Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bullshit-detektor: Løgmaður bluffar við fígging

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur

Í Andglettinum í kvøld vóru framsøgufólkini hjá Javnaðarflokkinum skúlaði í at grundgeva fyri, at teirra vallyftir fyri hundraðtals milliónir krónur eru fíggjaði. Grundgevingin var, at seinastu 20 árini hevur inntøkuvøkstur landskassans verið 5,2% árliga, meðan samgongan síðstu 4 árini einans hevur latið almennu útreiðslurnar vaksa við 3,5%.

Hetta má sigast at vera bluff.

Fyri tað fyrsta eru faktisku almennu útreiðslurnar vaksnar nógv meira enn 3,5% árliga síðstu 4 árini. Hetta tí almennu útreiðslurnar síðstu fýra árini í nógv størri mun enn áður eru løgd í almenn partafeløg og grunnar, serstakliga tunnilsfeløgini, Samhaldsfasta og Bústaðir. Hesi feløg og grunnar hava eisini fingið heimild at økja sínar útreiðslur komandi árini. Og hyggja vit frameftir, vísa framskrivingar av talinum av eldri borgarum við vaksandi tørvi á eitt nú heilsutænastum og pensjónsveitingum, at verandi støði á vælferðartænastum vil í sjálvum sær viðføra ógvusliga vaksandi almennar útreiðslur – uttan nýggju vallyftini.

Harnæst er tað púra meiningsleyst at fara aftur til 1998, tá búskapurin júst hevði vent eftir djúpastu kreppu landsins nakrantíð, og síðani roknað ein miðal inntøkuvøkstur hesi síðstu 20 árini, sum grundgeving fyri, at vit hava eitt fíggjarligt rásarúm komandi árini. Hesi tøl siga als onki um útlitini fyri inntøkuvøkstur landskassans komandi árini, tíansheldur nakað um at villu vallyftini eru fíggjaði.

Flestu flokkar hava tíverri givið vallyftir fyri fleiri hundrað milliónir krónur uttan nakað boð upp á fígging av hesum. Í grein míni í Norðlýsinum í farnu viku vísti eg á, hvussu vill nøkur av vallyftunum hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi eru í so máta.

Men boðskapur Javnaðarfloksins í kvøldsins Andgletti kundi geva hyggjarunum kenslu av, at flokkurin hevði eina roknimaskinu, sum gav teimum fíggingina. Men hetta var reint bluff, sum grundgivið fyri omanfyri. Vallyftir teirra eru tí minst líka vill.