Løgreglan í Keypmannahavn avbyrgdi í morgun eitt øki mitt í býnum, tí ein løgin pakki var funnin á staðnum.
Tað var umleið klokkan 8:30, danska tíð, at ein borgari boðaði frá pakkanum, sum eisini hevði nakrar leidningar, skrivar TV2.
Avbyrgda økið var í “Dronningens Tværgade”, og har komu løgregla, brandlið, sjúkrabilur, lóðurruddarar og bumbuhundar á staðið.
Men umleið klokkan 11:15, danska tíð, varð ávaringin avblást, eftir at løgreglan hevði staðfest, at einki vandamikið var í pakkanum.




