Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Búnaðarstevnan verður tann 30. oktober 2021

Búnaðarstevnan

Búnaðarstevnan 2021, sum skuldi haldast tann 13. februar er flutt til at verða leygardagin 30. oktober á Skúlatrøð í Klaksvík.

Higartil hava verið fyriskipaðar seks búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019 og februar 2020.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað. Í samband við COVID19 støðuna, hava fyrireikarnir avgjørt at flyta stevnuna til at verða tann 30. oktober 2021.

Fyrireikarnir eru í løtuni ígongd við at menna skránna, sum kemur at umfatað ymiskar viðkomandi greinar, ið verða tengdar at landbúnaðarviðurskiftum í Føroyum og okkara grannalondum.

Nærri kunning fæst umvegis heimasíðuna www.bunadarstevna.fo. Eisini er tilfar frá teim undanfarnu stevnunum tøkt á hesari síðuni.