Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparfrágreiðingin: Flenn ikki – men grát heldur!

John William Joensen

Útreiðslurnar hjá heimastýrinum vaksa áhaldandi. Framleiðslan og útflutningur standa við og økjast. Fólkatalið er í støðigum vøkstri. Jú, nógvur roykur er í miðøkinum, so trupult er hjá fremstu búskaparfrøðini at síggja út úr roykinum, sum liggur tættur rundan um setri.

Útreiðslurnar hjá heimastýrinum vaksa áhaldandi. Framleiðslan og útflutningur standa við og økjast. Fólkatalið er í støðigum vøkstri. Jú, nógvur roykur er í miðøkinum, so trupult er hjá fremstu búskaparfrøðini at síggja út úr roykinum, sum liggur tættur rundan um setri.

Búskaparráðið sær ein vanda í stóru íløgunum sum kommunurnar standa fyri kring landið.

Nøkur brot úr seinastu búskaparfrágreiðingini:

….ein betri samskipan av almenna íløgupolitikkinum hevði minkað um sveiggið í búskapinum og fløskuhálsarnar á byggi- og bústaðarmarknaðinnum…..

…. Búskaparligu indikatorarnir seinasta hálvárið benda á ein alsamt týðiligari hákonjunktur eyðkendan av lágum arbeiðsloysi, høgum arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartroti í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstri. Útlit eru fyri einum yvirskoti á landsroknskapinum í 2017 og 2018…..

….Stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur økt fólkatalið upp um 50.000 í 2017, og hetta hevur vaksið um eftirspurningin eftir bústøðum….

……Fyri 2017 hava kommunurnar budgetterað við einum merkisvert stórum halli á 610 mió. kr. Kommunalu íløgurnar eru budgetteraðar til 985 mió. kr. í 2017, og er hetta munandi hægri enn undanfarin ár. Fyri 2016 varð budgetterað við einum halli á 454 mió. kr., meðan roknskapurin fyri 2016 kom at vísa eitt avlop á 65 mió. kr. Fyri landið og kommunugeiran er budgetterað við einum halli í 2017 á 472 mió. kr. Fyri allan almenna geiran er sostatt sambært hesum útlit til rættuliga stórt hall í 2017, men sambært royndunum undanfarin ár er ikki vist, at hetta kemur at ganga út.

Ein víðkan av játtanarkørmum landsins til eisini at fevna um kommunurnar kundi verið ein liður í búskaparligari samskipan millum land og kommunur.

Konjunkturviðgangandi búskaparpolitikkurin, herundir serliga íløgurnar, endurtekur seg. Búskaparráðið hevur frámælt teimum ójøvnu árligu íløgustøddunum, ið økja um óstøðugleikan búskapinum……

Búskaparráðið megnar ikki at viðgera ella seta orð á størstu ójavnarnar í landinum.

Tað er ikki rætt at fólkatalið veksur í Føroyum. Tað veksur einans í miðøkinum, og tað sum verður kallað vøkstur í Norðoyggjum og øðrum økjum í landinum, stendur ikki mát við tað sum verður borið í land av vinnuni. Orsøkin er at alt verður drigið inn á miðjuna. Hettar er ein stórur trupuleiki. Hvørjaferð ein stovnur sær dagsins ljós, ein almenn íløga verður gjørd, ein lærari ella granskari settur í starv, ein doktari verjur ritgerð, dregur tað meira inn á miðjuna. Tað eigur ikki at verða so, men soleiðis hava almennu Føroyar við góðari hjálp frá blokkstuðlinum innrætta seg.

Onkuntíð hevur kommunal útjavning verið nevnt í búskaparfrágreiðingini, men hóast merkingin av orðinum stendur forklara í orðalistanum, so verður orðið ikki nevnt í júst kunngjørdu frágreiðingini annars.

Kommunurnar royna at gera íløgur, men tær hava fyri langari tíð síðan tapt kappingina við Havnina, sum nú hevur forera setrinum, búskaparráðnum innivist í glashúsið á bryggjuni í Havn, sum er rindað av vinnuni kring landið.

Tað er kanska hetta, sum er beinleiðis orsøk til at ráðið í takksemi fyri at fáa tak yvir høvdið, nú als ikki nevnir kommunala og landafrøðiliga ójavnan í landinum.

Okkara áheitan er at løgtingið tveitir seinastu búskaparfrágreiðingina beinleiðis í skrellispannina.

Makan til uttanumtos og makkverk skal man leita leingi eftir.

Ein vitið er, sum framvegis lýsir í Havn, nevniliga Kristin Michelsen, sum undir viðgerð av røðu løgmanns á Ólavsøku, tók orðið og gjørdi greitt, at nú mátti landsstýrið og løgting bíðjað við at tosað um pensjónsreformar og Nýskipanir av Fiskivinnuni v.m.. Hann vildi fyrst hava at vit hvat løgtingið ætlaði at gera fyri Suðuroynna!!

Búskaparráðið nevnir ikki støðuna í Suðuroynni ella øðrum økjum í landinum við einum einasta orðið, og sum støðan er kring um í landinum, hava vit ikki brúk fyri at hoyra um trotið á bústøðum í Tórshavn.

Kringvarp Føroya stendur spyrjandi og fær ikki fatur á Fiskimálaráðharranum, at svara hvar kanningar og nýskipanir blíva av, tí sambært skrivaranum er maðurin rímdur av landinum.

At Høgni og Aksel fyrst mugu samráðast við Kristin um Suðuroynna, er ikki løgið, men at hini økini í landinum mistu sínar “Kristin Michelsen” tá Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi er ein staðfesting og ein sorgarleikur. Kristin skal nokk fáa skaffa Suðuroynni sín part av fiskivinnunýskipanini, men eisini her missa norðoyggjar. Alt skal inn á miðjuna

Kristin skal nokk fáa skaffa Suðuroynni sín part av fiskivinnunýskipanini, men eisini her missa norðoyggjar. Alt skal inn á miðjuna, og tí síggja vit Tórshavnar Kommunu ferðast til Keypmannahavnar saman við Fróðskaparsetrinum og Landssjúkrahúsinum, at fáa føroyskan ungdóm, sum lesur í Danmark at flyta heim til Tórshavn.

Sum ein Tjørnuvíksingur segði ein dagin útvarpið hevði fortalt at ein doktararitgerð í vøkstri var vard á setrinum: “Grín ikki – Grát heldur!”