Yvir 300 størv eru í vanda í alivinnuni, meðan teir 250 fiskimenninir við trolaranum í Barentshavinum óttast fyri at missa kjansin. Hetta verður Ruth Vang noydd at taka hædd fyri í fíggjarlógini fyri 2024.
Í hesum døgum leggur Ruth Vang síðstu hond á uppskot til sína fyrstu veruligu fíggjarlóg. Evstamark fyri framløgu av fíggjarlógini fyri 2024 er 1. oktober 2023. Men útmeldingar hjá landsstýrisfólkunum Høgna Hoydal og Dennisi Holm munnu helst órógva arbeiði hjá fíggjarmálaráðfrúuni.
Sambært búskaparfrøðingi verður tað ikki kostnaðarleyst fyri landskassan, um so nógv størv hvørva í einum í alivinnuni og fiskivinnuni, sum ábendingar eru um.
Laksaportiónir í vanda, tí Høgni Hoydal onki ger
Bakkafrost ætlar at niðurleggja portiónsframleiðsluna á Glyvrum, tí nýggja skipanin við tøkugjøldum oyðileggur kappingarførið hjá framleiðsluvirkinum. Sambært alirisanum er orsøkin, at nýggja skipanin við progressivum tøkugjøldum knýtt at laksaprísinum á spottmarknaðinum ger portiónsframleiðsluna ov váðafulla fyri Bakkafrost, sum tí ikki er kappingarfør.
Men bluffar Bakkafrost ella hava teir eina veruliga avbjóðing? Norðlýsið hevur sett Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi hendan spurning.
“Á ráðstevnu hjá Búskaparráðnum í mars vístu norsku serfrøðingarnar á vandan við okkara skipan við tøkugjøldum í mun til teirra yvirskotsgrundaðu skipan, at tað kann eggja til atferð, sum ikki er samfelagsbúskaparliga optimal. Og hetta er dømi um júst tað.
Heilt ítøkiliga er váðin hesin: Bakkafrost má nú í september gera sølusáttmálar fyri portiónsframleiðsluna fyri 2024, men fyritøkan veit ikki enn, hvat tøkugjaldið verður. Hetta tí tøkugjaldið í 2024 verður ásett við støði í spottprísinum tá, óansæð hvat Bakkafrost hevur selt portiónirnar fyri í sølusáttmála.
Eitt hugsað dømi kann lýsa trupulleikan. Sambært Fish Pool er væntaði laksaprísurin í 2024 er 62 krónur/kg í okkara gjaldoyra, og so vil væntaða tøkugjaldið vera 10% av søluprísinum ella 6,20 krónur/kg. Um vit hugsað okkum, at miðalprísurin fyri alt árið á 62 krónur/kg kemur í lag við einum miðal spottprísi á 82 krónur/kg fyrra hálvár og 42 krónur/kg seinna hálvár. Tá gerst tøkugjaldið hægri við nýggja progressiva stiganum fyri alt árið. Tí tá vil tøkugjaldið verða 20% fyrra hálvár svarandi til 17 kr/kg, og 2,5% seinna hálvár svarandi til 1 kr/kg. Miðal tøkugjaldið verður tá 9 kr/kg ella 14,5% av 62 kr/kg. Sostatt má Bakkafrost leggja 2,80 krónur/kg aftrat í váðaískoyti í sølusáttmálunum í mun til at selja laksin heilan.
Heilur laksur verður vanliga ikki seldur í sølusáttmálum men beinleiðis á spottmarknaðinum. Tí eggjar nýggja skipanin við progressivum tøkugjøldum alifyritøkunum til at sloyfa portiónsframleiðslu og meirvirking til fyrimuns fyri at selja laksin heilan av landinum. Tað er ein samfelagsbúskaparliga óheppin – og helst eisini ótilætlað – avleiðing av nýggja progressiva skattastiganum” greiðir Johnny í Grótinum frá.
Í Noregi tóku myndugleikarnir atfinningarnar hesum viðvíkjandi til sín og hava tillaga teirra skattaskipan, soleiðis at skatturin í 2024 verður ásettur við støði í veruliga sáttmálapísinum og ikki bert spottprísinum. Tí er føroyska portiónsframleiðslan ikki kappingarfør í løtuni.
Útvarpið hjá KvF gjørdi í hesi vikuni samrøðu við Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, um støðuna. Her vísti forstjórin á, at Høgni Hoydal á almennum fundi í summar hevði lovað tillagingar í skipanini við tøkugjøldum, soleiðis at tøkugjaldið skuldi fylgja teim faktisku søluprísunum á laksaportiónum, sum føroysku alifeløgini avtalaðu seg til. Men enn er onki hent, og nú er við at vera ov seint at gera sølusáttmálar fyri 2024, sostatt má føroyski alirisin nú fyrireika seg upp á at niðurleggja portiónsframleiðsluna.
Hendir tað, hvørva yvir 300 størv í alivinnuni eftir ársskiftið. Í 2022 rindaði Bakkafrost hesum starvsfólkum 145 milliónir krónur í lønum, sambært almennu roknskapunum.
Barentshavskjansir óvissir, tí Dennis Holm gevur upp
Eisini Dennis Holm, fiskimálaráðharri, hevur verið í útvarpstíðindunum hjá KvF í vikuni. Har endurtók hann ein av boðskapunum, sum hann eisini borðreiddi við á almennum kjakfundi hjá Tjóðveldi í Klaksvík í farnu viku. At hann hevur heitt á umsitingina um at gera neyðugu fyrireikingarnar, um tað kemur har til, at tað ikki ber á mál við samráðingunum við Russland um framhald av 45 ára gomlu samstarvsavtaluni um fiskiveiðu í Barentshavinum.
Sambært framløgu hjá Símun Paula Sivertsen, stjóra í Bergfrosti, á almennum kjakfundi í Løkshøll í summar, hava áleið 250 fiskimenn kjans við trolarunum í Barentshavinum. Í somu framløgu bleiv víst á, at tað verða bert áleið 30 fiskimenn, ið koma at fiska pelagisku kvotuna í føroyskum farvatni, sum russar fiska í dag.
Sostatt stendur fiskivinnan til at missa gott 200 størv, um fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum dettur niður fyri. Harumframt valdar stór óvissa um atgongdina til marknaðirnar eystanfyri fyri pelagiskar fiskavørur úr Føroyum, um fiskiveiðusamstarvið steðgar.
Ógvusligur stoytir til føroyska búskapin
Norðlýsið hevur eisini heitt á Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, at gera nakrar metingar av møguligu avleiðingunum av, um fleiri hundrað størv í alivinnuni og fiskivinnuni nú hvørva.
Hvørjar eru avleiðingarnar fyri føroyska arbeiðsmarknaðin?
“Okkum búskaparfrøðingum dámar væl at skilja ímillum ávirkanina upp á stutt sikt og upp á langt sikt. Tað er als ongin ivi um, at tað vil fáa serstakliga neiliga ávirkan á inntøkur landskassans komandi ár, um tað veruliga er so, at bæði portiónsframleiðslan í alivinnuni og fiskiskapurin í Barentshavinum hvørvur í 2024.
Tá vit búskaparfrøðingar vísa á, at aðrar hurðar lata seg upp, tá onkur hurð letur aftur, so snýr tað seg um langa siktið – tað er 5-10 ár. At vinnan tillagar seg nýggju støðuna yvir tíð, og at løntakarar finna sær onnur størv. Upp á langt sikt vilja ógvusligar avleiðingar av politiskum avgerðum tó eisini økja um óvissuna sum heild, og harvið eisini minka um íløguhugin.
Hóast lága arbeiðsloysið í Føroyum í løtuni kundi týtt upp á, at tey sum missa síni størv í alivinnuni og fiskivinnuni vilja fáa starv aðrastaðni í búskapinum, so er tað ikki vist, at tað verður nøkur smidlig tillaging. Tí tað er als ikki vist, at fiskimaðurin í Barentshavinum hevur hug og førleikar at átaka sær tøku størvini innan eitt nú barnaansing og eldrarøkt.
Botnlinjan er sostatt, at føroyski búskapurin hevði mist nøkur hundrað størv í 2024, harav fleiri av teim raktu høvdu antin endað í arbeiðsloysi ella í øðrum størvum uttanfyri landoddarnar.”
Eru fleiri avleiðingar enn hetta í form av ringvirknaðum?
“Ein skal vera varin við at seta ítøkilig tøl á, hvussu fleiri aðrar vinnur verða ávirkaðar av eini møguligari minking í virkseminum innan portiónsframleiðslu í alivinnuni og fiskiskapi í Barentshavinum. Tí aðrar vinnur tillaga seg ofta skjótt til broyttu umstøðurnar, har tær fara at fáast við annað virksemi, sum verður eftirspurt. Men lítil ivi er um, at eitt nú skipasmíð og tænastuveitingar til trolararnar vil blíva rakt neiliga.
Harnæst kann tað eisini hugsast at skapa neiligar búskaparligar ringvirknaðir i fleiri av lokalsamfeløgunum, um lutfalsliga nógv húskir í smærri bygdum og býum blíva rakt serliga hart av, at hesi størv hvørva. Tað kann tíverri skjótt blíva sjálvuppfyllandi neiligar profetiir, sum ávirka virksemi tann skeiva vegin.”
Hvussu kann alt hetta hugsast at ávirka arbeiðið við fíggjarlógini fyri 2024?
“Vanliga verður kravt, at landsstýrið leggur fram fylgilógir til fíggjarlógina sama dag, sum kunnu staðfesta, hvussu landsstýrið fær til vega fíggingina til ymsu átøkini í fíggjarlógini. Við útmeldingunum frá Bakkafrosti og Dennisi Holm hesa vikuna, hevur Ruth Vang fingið nakrar greiðar ábendingar um vanda fyri at missa yvir 500 størv í alivinnuni og fiskivinnuni, um ikki ítøkilig politisk átøk verða gjørd. Og hetta kemur aftrat arbeiðinum við at finna fígging til lyftini um lønarlyft og stytta arbeiðsviku.
Í heystfrágreiðingini mettu vit í Búskaparráðnum, at úrslitið á fíggjarlógini komandi ár – alt annað líka – fór at vera eitt undirskot á góðar 200 milliónir krónur. Hvørva 500 størv í alivinnuni og fiskivinnuni, verður hallið fleiri hundrað milliónir krónur størri. Bæði tí lønarinntøkurnar hvørva og harvið skattainntøkurnar, men eisini tí at landskassin hevði roknað við øktum inntøkum frá hækkaðum veiðugjøldum á kvoturnar í Barentshavinum” svarar Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.
Ruth Vang hevur soleiðis fingið nakrar eyka avbjóðingar at handfara í arbeiðinum við at gera fíggjarlóg fyri 2024 komandi vikurnar. Atlit má takast til ítøkiligu ætlanirnar hjá landsstýrinum viðvíkjandi bæði tøkugjøldunum í alivinnuni og fiskiveiðusamstarvinum í Barentshavinum.


