Starvið
Í Fiskimálaráðnum er starv leyst at søkja sum búskaparfrøðingur.
Sum búskaparfrøðingur fert tú at umsita og luttaka í øllum málum innan fyri virkisøkið hjá Fiskimálaráðnum, har búskaparligir spurningar verða viðgjørdir.
Starvið fevnir um fíggjar- og búskaparstýring av Fiskimálaráðnum, harundir fíggjarlógararbeiði, og uppfylging, ið skal tryggja, at best møgulig tænasta fæst fyri tillutaðu játtanina.
Tú luttekur í at fyrireika lógir og kunngerðir, eins og tilfar innan økið
“fiskivinnugransking”. Umframt at gera búskaparligar greiningar, verður eisini týðandi at vísa á, hvussu størri virðisvøkstur kann fáast í fiskivinnuni í síni heild.
Í fiskiveiðisamráðingum hevur tú ein týðandi leiklut. Tú skal lýsa búskaparligar spurningar, ið samráðingartoymi og –nevndir standa fyri. Í hesum sambandi fert tú at ráðgeva og fyrireika búskapargreiningar í strategiskum høpi og luttaka fast í samráðingum.
Førleikar
Starvið krevur útbúgving frá hægri lærustovni í búskaparfrøði.
Eginleikar, sum diplomatisk medferð, at sýna samstarvshug, hjálpsemi, miðvísi og sjálvstøðugt verklag, góðan KT-førleika, eins og at hava stinnan føroyskan og enskan málkunnleika, hava avgerandi tyngd í setanartilgongdini. Eisini skal tann, ið settur verður í starvið, tola nógvar og drúgvar tænastuferðir uttanlands í samráðingarørindum.
Setanartreytir
Starvið verður sett samsvarandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og landsins fyrisiting annars, umframt stovnar hennara.
Umsókn
Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli og viðmælum til fisk@fisk.fo. Setanartilgongdin fer fram beint eftir, at umsóknarfreistin er farin.
Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 22. februar 2016, og byrjar tú í starvinum eftir nærri avtalu í sambandi við starvssetan.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Fiskimálaráðið á telefon +298 353030 ella beinleiðis til Hera Joensen, deildarleiðara, á telefon +298 553212.




