Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparfrøðingur til Føroya Tele

LÝSING

Ert tú  búskaparfrøðingur við áhuga fyri tølum ogsamanhangum? Dugir tú at samskifta og greina tøl?

So stendur eitt spennandi starv tær í boði.

Føroya Tele sóknast eftir búskaparfrøðingi tilFíggjardeildina.


Arbeiðsinnihald

Á Fíggjardeildini starvast tveirbúskaparfrøðingar og fíggjarstjórin. Uppgávan hjá deildini er at fyrireika ogforma fíggjarliga grundarlagið undir avgerðum, taka sær av frágreiðing,uppfylging og ráðgeving.

Saman við starvsfeløgunum á Fíggjardeildinikemur tú at arbeiða við:

§  Innanhýsis og uttanhýsis fíggjarfrágreiðingum

§  Fíggjarætlanum, undir hesum modellering/framskriving av inntøkum

§  Virkisætlanum og átøkum

§  KT-amboðum og stórum datamongdum

§  Uppgávum mótvegis eftirlitsmyndugleikum

Umframt hetta loysir tú uppgávur til serlighøvi fyri samtaksleiðsluna saman við hinum deildunum á Føroya Tele.


Førleikar ogeginleikar

Tú ert antin um at vera liðugt útbúgvin ellahevur nýliga fingið útbúgving sum cand.oecon., cand.merc. ella líknandi. Tað erein fyrimunur at hava fakligar førleikar innan fíggjarstýring ella roknskap.

Tú ert før/ur fyri at greina í smálutum ogsamstundis kunna taka samanum og gera niðurstøður. Tað er neyðugt, at tú hevuráhuga fyri KT og vilt læra teg tey amboð, sum eru neyðug fyri at kunna røkjastarvið.  Tú fært samband við nógvarstarvsfelagar, og tí er neyðugt, at tú kanst samstarva og samskifta breitt ísamtakinum.


Setanarviðurskiftir

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroyttstarv í tøttum samstarvi við leiðsluna á Føroya Tele. Góðir møguleikar eru fyribæði  fakligari og persónligari menning íeinum framfýsnum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv ogálit.

Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftiravtalu.

Vit miðja eftir at seta starvið skjótast til ber.


Umsóknir og samband

Umsókn við avrit av prógvum, ummælum og CVskulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi 16. februar 2015.

Umsóknin kann sendast til:

sfd@ft.fo

Ellatil:

FøroyaTele

Starvsfólkadeildin

Postboks27

FO110 Tórshavn

 

Nærri fæst at vita um starvið við at  venda sær til Brian Smedemark, fíggjarstjóra  tlf. +298 24 31 08 ella á teldupost bsm@ft.fo.