Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparliga gongdin hjá skipabólkunum

Orð og myndir: Dávur Winther

Nettosølan hjá pelagiskum skipum, sum í 1996 var 180 milliónir, stillisliga er økt til 1,4 milliardir í 2015, har tey seinastu 4-5 árini høvdu verið serliga góð.

Símun Absalonsen, sum starvast hjá grannskoðanarvirkinum NUMO, greiddi í kvøld hugtakandi frá um búskaparligu gongdina hjá ymsum skipabólkum frá 1996 fram til 2015 – hetta var kl. 19 í Norðoya Sparikassa. Tiltakið varð skipað sum partur av skránni hjá Føroya Sjómannadegi.

M.a. greiddi Símun frá tølum hjá rækjuskipum, verksmiðjutrolarum, lemma- og partrolarum, línuskipum, og øðrum. Hann vísti á, at nettosølan hjá pelagiskum skipum, sum í 1996 var 180 mill., stillisliga er økt til 1,4 mia. í 2015, har tey seinastu 4-5 árini høvdu verið serliga góð.

Slíkan vøkstur kundu hinir skipabólkarnir ikki vísa á, langt frá tí.

Væl av fólk møtti upp og var eisini møguleiki hjá fjøldini at seta spurningar ella koma við viðmerkingum, sum tað eisini vóru nógvir av.

Símun greiddi eisini frá arbeiðssetninginum hjá ráðgevandi bólkinum hjá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, sum skal koma við áliti um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini, har m.a. uppboðssøla er ein ræðandi partur hjá mongum.

Kristian Martin Rasmussen, reiðari greiddi frá, at hann og Hanus Hansen vóru spentir og kanska so mikið “býttir”, at teir bjóðaðu uppá pelagiskan fisk, kr. 4,- pr. kg. Í kvøld kemur ein íslendskur bátur at landa makrel í Fuglafirði, hann hevur selt lastina fyri kr. 4,60, so har loypir ikki nógv av, segði Kristian Martin.

Umframt Símun Absalonsen, svaraði eisini Arni Poulsen, sum eisini hevur nógvar royndir innan økið og starvast hjá NUMO, uppá spurningar.

Aftaná tiltakið beyð Norðoya Sparikassi uppá ein góðan drekkamunn, og høvdu fólk nógv at tosa um.