Seinastu tíðina hevur nógv tjak verið um hvat skal gerast, nú fíggjarlógin í 2009 vísir eitt stórt hall, samstundis sum fíggjar- og búskaparkreppan eisini rakar okkum.
Hetta er á ein hátt at blanda tingini saman, sonevnda strukturella hallið á fíggjarlógini er ikki nýliga íkomi meðan búskaparin byrjaði at vísa krepputekin á heystið 2008.
Alheims kreppan
Skulu vit basa alheimskreppuni sum nú er íkomin mugu vit føra ein politikk, ið hevur til endamáls: at byrgja upp fyri arbeiðsloysi, at gera tað møguligt hjá fólkinum at vera verandi í Føroyum og at byrgja upp fyri, at økini kring landið verða niðurlaga. Tí er yvirskriftin tryggleiki, vanliga fólki, ung sum eldri eins og kommununar mugu kenna seg tryggan skilt á tann hátt, at tey mugu verða vís í, at sjálvt um myrk skýggj eru á luftini, so ferð landstýri ikki at føra ein politikk, ið er við til at skapa ótryggleika og skrikkja tilveðrugrundarlagi undan teimum.
Lyklaorðini til henda politikk eru tiltøk ið verja umhvørvi, skapa virksemi og útbúgva og førleikamenna okkara arbeiðsmegi.
Arbeiðsloysi
Fyri at fyribyrgja vaksandi arbeiðsloysi mugu virksemisskapandi tiltøk setast í verk og er komandi bústaðarpakkin, saman við tiltøkum at bjálva og viðlíkahalda almennar bygningar, ein góð byrjan. Haraftrat mugu serlig tiltøk gerast fyri tey ungu og er endurreisn av skipanini ”ung í arbeiðið” eitt amboð.
Fráflyting
Skal samfelagi framvegis hava møguleikar at mennast mugu vit gera íløgur í at førleikamenna okkara arbeiðsmegi og tí skal útbúgving, umskúling og eftirútbúgving raðfestast hægri enn í dag.
Niðurlaging av økjum
Longu nú eru fleiri kommunur í álvarsomum fíggjartrupuleikum. Vilja vit framvegis varðveita virðisskapandi framleiðsluna kring landið, mugu átøk gerast. Vit eiga at skipa kommununar í størri eindir so tær hava møguleikan at hava ein rationellari rakstur enn í dag.
Serlig atlit mugu takast til tey økini, ið eru sárbar fyri konjunkturbroytingum, sum til dømis Klaksvík. Íløgur eiga at gerast innan eldraøki og rætt hevði verið at fingi fleiri almenn arbeiðspláss kring landið, sum ein mótvekt til konjunktursveiggini.
Strukturella hallið
Strukturella hallið er, sum so, ein eldri trupuleiki. Byrjanin skal finnast í tíðini undir fulveldissamgonguni 1998 til 2002, tá ið almennu útreiðslurnar vóru øktar við nærum 1 milliard og blokkurin var skorðin, uttan at almenni sektorurin var tillagaður hesa broyting í fíggjarligu fortreytunum. Frá 2002 og til 2008 hevur samfelagið mist 3,8 milliardir í inntøku orsaka av blokkniðurskurðinum. Búskaparpolitikkurin hjá ABC samgonguni, ið sat frá 2004-2008, fyrihelt seg heldur ikki til henda verðuleika.
Fokus á búskaparkreppuna
Sum nevnt í byrjanini, so hava vit undirskot á fíggjarlógini.Eisini hava vit nakrar bygnaðarligar trupuleikar, bæði innan almenna sektorin og fiskivinnuna og vit verða rakt av tí heimsumfatandi búskaparkreppuni. Hetta eru alt trupuleikar ið vit mugu fyrihalda okkum til. Fleiri flokkar fokusera einamest uppá hallið á fíggjarlógini. Fyri Javnaðarflokkin er ongin ivi, vit eiga fyrst og fremst, at fokusera uppá at byrgja upp fyri alheimskreppuni og síðan á hinar trupuleikarnar.
Hetta skal ikki skiljast sum, at vit onki skulu gera við strukturellu trupuleikarnir. Teir eru íkomnir yvir eitt langt áramál og mugu loysast við tiltøkum yvir eitt longri áramál. Onkursvegna mugu tiltøkini samskipast. Allheimskreppan leikar her og nú og hava vit ikki fokus á at tálma teir trupuleikar, ið standast av kreppuni her og nú, so kunnu vit fáa enn fleiri trupuleikar, ið fara at merkja føroyska samfelagi nógv ár fram í tíðina.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.




