Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparráðið leggur ikki eftir sjómonnum

Sverri Hansen, Formaður í Búskaparráðnum

Norðlýsið hevur tíverri givið eina eitt sindur misvísandi samanfating av seinastu frágreiðing búskaparráðsins um tilfeingisrentu.

Norðlýsið hevur tíverri givið eina eitt sindur misvísandi samanfating av seinastu frágreiðing búskaparráðsins um tilfeingisrentu.

Fyri tað fyrsta, so mælir búskaparráðið ikki til áseta, hvussu nógv fiskimenn kunnu tjena. Hetta er nakað, ið arbeiðsmarknaðurin má finna út av. Einki endaligt tilmæli um nakað tilfeingisgjald er heldur  frágreiðingini, men vit eru opin yvir fyri fleiri møguleikum.

Annars skriva vit í frágreiðingini, at vit í Føroyum ferð eftir ferð hava fingið staðfest eina tilfeingisrentu í fiskivinnuni sum eina ítøkiliga búskaparliga sannroynd. Samstundis er tað ikki so einfalt neyvt at rokna út støddina á tilfeingisrentuni. Sostatt kemur hugtakið tilfeingisrenta til sjóndar bæði sum eitt ítøkiligt fyribrigdi, og samstundis minni ítøkiligt sum ein eintýdd roknað upphædd.

Roknistykkið í búskaparráðsfrágreiðingini er ein roynd at meta um støddina á tilfeingisrentuni í fiskivinnuni. Hetta er sjálvsagt ein trupul uppgáva. Tá vit meta um støddina á tilfeingisrentuni hava vit mett um eina minstu løn (ikki mestu løn) pr. ársverk, ið er mett nóg stór til at fáa manna skipini. Eitt ársverk (sum definerað av Føroya Fiskimannafelag og P/F Januar) er ein manning, ið ikki verður skift út, men er við alt árið.

Hesa minstu løn pr. ársverk hava vit í roknistykkinum mett til ávikavist 400 tkr. og 500 tkr. Tað sum búskaparráðið nýtir sum fortreyt í útrokningunum er, at um ein persónur fær boðið 400 tkr. ella møguliga 500 tkr. í løn fyri eitt ársverk, so vildi hann fari umborð á skipið. Hetta eru ikki annað enn fortreytir, og sjálvsagt kunnu hesar fortreytir diskuterast.

Skip í skipabólki við lágum hýrum hava ivaleyst eitt manningartal, ið liggur nær talinum av ársverkum. Um so er, verður ein manningar-ársinntøka stórt sæð tað sama sum ein verulig ársverks-inntøka. Her kann ein ársverks-inntøka upp á 400 tkr. ella 500 tkr. vera nógv størri enn ein verandi manningar-ársinntøka.

Við skipum við høgum hýrum er stórur eftirspurningur um at sleppa við, og skiftast manningarnar tískil í størri mun um at vera við. Sum nú er, kann manningartalið møguliga vera tað dupulta av talinum av ársverkum, soleiðis at tvær manningar kunnu hava eitt hálvt ársverk í part.

Hetta eru fortreytir, sum atlit sjálvsagt eisini mugu takast til, tá roknistykkið verður mett. Roknistykkini skulu annars takast við teimum neyðuga fyrivarnunum. Sum nevnt er trupult at meta um “sonnu” tilfeingisrentuna, men ein optimalt virkandi marknaðarbaserað skipan til útluting vildi í prinsippinum víst hesa upphædd – ella komið nærri hesi “sonnu” upphædd.

Hetta roknistykkið er ikki ein einsinnishending. Búskaparráðið tekur til eftirtektar allar viðmerkingar, og sum kunnu takast við seinni.

Sverri Hansen, Formaður í Búskaparráðnum

LES: Jan Højgaard, Búskaparráði brúkar tøl við ongum skili

LES: Búskaparráði leggur eftir sjómonnum