Í dag almannakunnger Búskaparráðið heystfrágreiðing teirra, har tey grundað á feskastu hagtølini, siga nakað um aktuellu støðuna í búskapinum.
Ráðið metir, at føroyski búskapurin í 2019 fer at vaksa við 6,6 prosentum, sum er sera stórur búskaparvøkstur. Tað áhugaverda er tó, at heili 5,9 prosentstig av vøkstrinum skyldast privatu nýtsluni. Almenna nýtslan væntast hinvegin einans at hava eitt vakstrarískoyti á 1,1 prosent í ár.
Drúgvari grein um frágreiðingina verður at lesa í Norðlýsinum mikudagin.


