Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Búskaparráðið skilir als ikki Kommunubúskap

Óli M. Lassen reiðari

Í okkara fiskivinnusamfelag fyriheldur tað seg júst øvugt av tí Búskaparráðið førir fram.

Kommunur og landið mugu arbeiða við nógvari ferð tá momentum er í búskapinum og gera neyðugar íløgur, tí  hesar hava ligið á lánið tá tíðirnar hava verið vánaligar. Tað hevur jú bert verið peningur til rakstur. Um kommunur og landið ikki gera íløgur í góðum tíðum, so fer alt upp í øktum rakstrarútreiðslum.

At kommunur einans kunnu lána upp til eina álíkning er eitt sera neyðugt og hent og víðfevnt amboð hjá Fíggjarmálaráðnum at stýra kommununum við.

Øll minnast tá kommunur kundu skilda upp í fleir álíkningar , hetta ynskir eingin at komma aftur í. Men hinvegin, so er kommunala frælsi nevniliga at kunna arbeiða innanfyri eina álíkning.

At halda at kommunur kunnu gera íløgur í ringum tíðum ber als ikki til, tí tá tíðirnar gerast verri aftur hava kommunur torført við at klára rakstur og tað sama er galdandi hjá landinum, hetta vit øll sum kenna til lands- og kommunubúskap og søguna hjá okkara landi.

Tað eru og verða sveiggj í samfelagnum og búskapinum og tað eiga vit at kunna liva við eins og vit eiga at duga at liva við at tað eru sveiggj í fiskivinnuni, hetta er púra náttúruligt  og vit kunnu ikki brúka hasar gomlu teoriir frá universitetum í okkara fiskivinnufelag. Vit mugu tora at liva og virka í hesum landi.