Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparráðið: Stóri vøksturin heldur fram

Helgi Abrahamsen

Tað gongur væl við føroyska búskapinum, og vøksturin heldur fram.

Tað gongur væl við føroyska búskapinum, og vøksturin heldur fram.

Búskaparráðið hevur í løtuni tíðindafund á Gjaldstovuni, har várfrágreiðingin 2017 verður løgd fram.

Høvuðsniðurstøðurnar í frágreiðingini siga, at stóri vøksturin í búskapinum heldur fram.

”Arbeiðsloysið er lágt, avlopið á handilsjavnanum metstórt og fólkatilflyting er,” sigur Búskaparráðið. Kortini er avlopið hjá landskassanum minni enn inntøkurnar frá forskattingini av pensjónum.

Mælir til at útseta almennar íløgur

Búskaparráðið vísir á, at almenni íløgupolitikkurin (hjá landi, kommunum og almennum feløgum) leggur trýst á innlendis virksemið, sum frammanundan er stórt. Tí mælir Búskaparráðið til, at íløgur verða útsettar til tess at minka um trýstið á arbeiðsmarknaðin.

Vit hava fleir søgur um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum seinni.