Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparráðið: Útreiðslurnar hjá tí almenna eru vaksnar ógvusliga eftir stjórnarskiftið

John William Joensen

Búskaparráðið boðar til tíðindafund í morgin eftir at ráðið er klárt við seinastu búskaparrágriðingini. M.a. sigur ráðið at almennu útreiðslurnar eru farnar frá einum áligum vøkstr í árinum 2012 – 2015 millum 1% til 3% til at trífaldast til 9% í 2016

Búskaparráðið boðar til tíðindafund í morgin eftir at ráðið er klárt við seinastu búskaparrágriðingini. M.a. sigur ráðið at almennu útreiðslurnar eru farnar frá einum áligum vøkstr í árinum 2012 – 2015 millum 1% til 3% til at trífaldast til 9% í 2016

I 4.1 Nýtsla hins almenna

Mynd I 25 niðanfyri vísir gongdina (í mió. kr.) og vøksturin (í %) í almennu nýtsluni síðan 1999, sum uppgjørt í tjóðarroknskapinum. Tølini fyri 2014-2018 byggja á metingar (myndlanýtslu). Vøksturin í almennu nýtsluni er í 2013 uppgjørdur til 3%, og metti vøksturin fyri 2014 og 2015 er ávikavist 2% og 1%. Metti vøksturin fyri 2016, 2017 og 2018 er ávikavist 9% og 2% og 3%. Tølini eru í leypandi prísum.

Frá 1999 til 2002 var vøksturin í almennu nýtsluni sera stórur (8-11%). Árini 2007-2008 var eisini tilsvarandi stórur vøkstur í almennu nýtsluni. Vøksturin síðan tá hevur ligið millum 0% og 4% burtursæð frá einum ári, nevniliga 2016.

Tølini benda á, at broytingar í almennu nýtsluni (eins og í almennu íløgunum) hava verið konjunkturviðgangandi

– tá nógv hevur verið í kassanum, hevur nógv verið brúkt og øvugt – og hevur hetta økt

heldur enn minkað um sveiggini í búskapargongdini. Umráðandi er tí hjá tí almenna ikki at endurtaka gongdina í árunum 1999-2002 og 2007-2008, nú búskaparliga virksemið aftur er í vøkstri. Demografiskar broytingar í komandi árum fara at gera tað truplari at avmarka vøksturin í almennu nýtsluni .

Harleyfacadeacryl