Inntøku og útreiðslutøl fyri landskassan greitt á, at ætlanirnar hjá landsstýrinum at minka hallið ikki bera á mál. Hallið hjá landskassanum fyri 2012 verður væntandi um 340 mió. kr., og hallið veksur tí sammett við 2011, tá ið hallið var um 322 mió. kr. Størsta orsøkin til, at hallið hjá landskassanum er størri enn væntað í 2012, er at inntøkurnar hava svikið.

Búskaparráði sigur m.a. fyri kredittvirðið hjá tí almenna hevur tað týdning, at hallið í landskassanum minkar frameftir og at skuldarbyrðan ikki veksur ov nógv næstu árini. Men verandi búskaparpolitikkur, har ið almennar útreiðslur á týðandi økjum verða skerdar samstundis sum almennu inntøkurnar minka, kann lættliga gera størri skaða enn gagn. Tað verður ómetaliga torført at minka hallið hjá landskassanum á henda hátt frameftir, m.a. tí at stórar almennar sparingar skala samlaða eftirspurningin og búskapin. Inntøkugrundarlagið hjá landskassanum eigur heldur at verða breiðkað við at strika skattaasymmetriir…..
Serskattaskipanir fyri ávísar borgarar í landinum mugu takast burtur.
…..frádráttir og stuðulsskipanir, sum gera mun á vinnugreinum og borgarum í landinum. Tílíkar serskipanir eru ikki gagnligar fyri búskapin og gera tað torført fyri føroyskt vinnulív at kappast við útlendskt vinnulív um arbeiðsmegina.