Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparvøkstur í august og órógv í september

John William Joensen

-Gongdin á fíggjarmarknaðinum í august: Tann 14. august 2013 varð staðfest, at evropeiski búskapurin eftir 6 ársfjórðingar við afturgongd hevur vent búskaparligu gongdini til framgongd. Týskland er fremsta tokið at dríva vøksturin rætta vegin, men tað var sera jaligt, at Frakland eisini hevði ein búskaparvøkstur, ið var betri enn væntað. Heldur óvæntaðu tíðindini um búskaparvøkstur gjørdu, at rentustøðið í Evropa hækkaði eitt vet, og evran styrknaði mótvegis dollaranum.

Tann 14. august 2013 varð staðfest, at evropeiski búskapurin eftir 6 ársfjórðingar við afturgongd hevur vent búskaparligu gongdini til framgongd. Týskland er fremsta tokið at dríva vøksturin rætta vegin, men tað var sera jaligt, at Frakland eisini hevði ein búskaparvøkstur, ið var betri enn væntað. Heldur óvæntaðu tíðindini um búskaparvøkstur gjørdu, at rentustøðið í Evropa hækkaði eitt vet, og evran styrknaði mótvegis dollaranum. 


Menningarlondini hava havt búskaparligar avbjóðingar seinastu tíðina. Serliga eru tað íleggjarar, sum eru rýmdir úr londunum. Avleiðingin av hesum hevur verið, at útvaldu gjaldoyruni eru viknað nógv. Indiska gjaldoyrað er viknað nógv seinastu tíðina.

BankNordik metir framvegis, at útlitini fyri heimsbúskapin eru jalig. Í løtuni eru tað Evropa og USA, sum hava tey bestu útlitini. Útlitini fyri hini OECD londini eru eisini jalig.

Tíðarskeiðið við hálvársroknskapum er um at verða av á hesum sinni. Av teimum 500 fyritøkunum í amerikanska vísitalinum S&P500 hava 487 teirra kunngjørt roknskap fyri fyrra hálvár. 72% av hesum fyritøkum høvdu eitt betri úrslit enn væntað, meðan 53% høvdu ein størri umsetning enn væntað.
Heldur óvæntað fáa tríggjar stórar fyritøkur nýggjan stjóra komandi tíðina. Stjórarnir í Vestas og NKT samtakinum vórðu uppsagdir, meðan stjórin í Microsoft hevur avgjørt at leggja frá sær. Parabrævakursirnir á nevndu fyritøkum hækkaðu, tá tíðindini bórust, sum er ein ábending um manglandi álit á fráfarandi stjórunum.

Eygleiðarar fara at nærlesa fundarfrágreiðingina frá fundinum hjá amerikanska miðbankanum í september. Greinarar vænta, at miðbankin fer at lækka upphæddina, ið verður brúkt at uppkeypa lánsbrøv fyri. Eisini er møguligt, at miðbankin fer at kunna um ætlanina at niðurlaga hesi uppkeyp. Hesi tíðindini kunnu fáa stóra ávirkan á virðisbrævamarknaðin.

Vandin fyri einari altjóða hernaðaratsókn í Sýria í september er øktur munandi hesar síðstu dagarnar, og hevur hetta longu sett sín dám á virðisbrævamarknaðin, har íleggjarar selja ótrygg partabrøv fyri at keypa trygg lánsbrøv. Hetta kann eisini skapa órógv á marknaðinum í september. Eitt kríggj gevur óvissu, og óvissa er ikki jalig fyri virðisbrævamarknaðin. Tað bøtur heldur ikki um støðuna, at Sýria liggur í Miðeystri við fleri oljuframleiðandi londum í nærumráðinum.

“Búskaparvøkstur í Evropa eru tey týdningarmestu tíðindini í okkara lýsing av gongdini á fíggjarmarknaðum í august,” sigur Arnfinnur Gudjónsson, bólkaleiðari á íløgudeildini í BankNordik. “Hóast partar av føroysku útflutningsvinnuni nú eru avskornir frá at selja sínar vørur til evropeisku marknaðirnar, kunnu jaligu tíðindini um búskapirnar í Evropa eisini fáa týdning fyri okkum í Føroyum. Øktur búskaparvøkstur merkir eisini øktur vandi fyri, at miðbankin hækkar rentuna fyri at tálma inflasjónini. Í hesu vikuni hava vit sæð, at rentan á realkredittlánum er kvinkað uppeftir. Sostatt er lægsta rentan á realkredittlánum í Føroyum nú 2,30% í mun til 2,10% fyri einum ári síðani.”