Í seinastu útgávu av Norðlýsinum var gjørd ein framskriving av føroyska búskapinum. Í hesi grein verður fari nærri inn á hvønn týdning tað hevur fyri okkum at útlitini eru sum tey eru.
Búskapurin í Norðoyggjum er serligur við tað, at hann hevur sera nógv inntøkuskapandi virksemi. Fiskivinnan, Alivinnan og Fiskavøruídnaðurin eru stórur partur av vinnulívinum í Norðoyggjum, og skapar hetta ikki einans inntøkur fyri fólk í Norðoyggjum, men eisini fyri fólk í øðrum økjum – m.a. fólki sum siglur við skipum úr Norðoyggjum.
Hetta er tekin um eitt sterkt og gott vinnulív. Samstundis er hetta tó eisini við til at gera Norðoyggjar viðbreknar tá ein niðurgongd kemur innan høvuðsvinnurnar.
Á mynd 1 er vinnulívið í ymisku pørtunum í Føroyum lýst út frá lønargjaldingunum. (Uppgerðin er gjørd út frá arbeiðstakarasíðuni og ikki frá arbeiðsgevarasíðuni – hesi tølini eru tí munandi betur enn tey, sum vanliga finnanst í Árbók fyri Føroyar.)
Stóra høvuðsvinnu
Myndin vísir, at vinnulívið í Norðoyggjum hevur 45% høvuðsvinnur. Til samanlíkningar kann nevnast, at einans Sandoyggin hevur lutfallsliga størri høvuðsvinnur. Tilsamans hevur alt Føroyar 28% høvuðsvinnur, tvs. væl minni enn Norðoyggjar. Eisini kann nevnast, at Tórshavn einans hevur 9% høvuðsvinnur.
Almenni sektorurin í Norðoyggjum er 26% av lønarinntøkunum. Hetta er eisini væl minni enn Føroyar tilsamans, við tað at 34% av øllum lønum eru almennar í Føroyum.
Tað er áhugavert at síggja, at meðan høvuðsvinnurnar eru 45% av búskapinum í Norðoyggjum, so eru almennu tænasturnar 46% av búskapinum í Tórshavn. Tvs. at almenni sektorurin í Tórshavn er uppaftur størri enn høvuðsvinnurnar eru í Norðoyggjum.
Hetta hevur stóran týdning tá vit skulu meta um búskaparútlitini í ymisku økjunum í Føroyum, tí vit vita, at niðurgongdin, sum er á veg, fyrst og fremst rakar høvuðsvinnurnar, meðan almenni sektorurin lítið og einki fer at merkja til niðurgongdina.
Norðoyggjar raktar
Eingin ivi er um, at búskaparniðurgongdin kemur at raka Norðoyggjar – spurningurin er einans, hvussu hart tær verða raktar.
Av tí at vinnulívið er munandi sterkari enn í byrjanini av 90’unum, vil ein niðurgongd ikki raka eins hart í dag. Roknast má tó við, at inntøkurnar hjá fólki fara at minka nakað, og at hetta fer at ávirka handils- og tænastuvinnuna. T.d. fara fólk væntandi at byggja færri sethús, og harvið fær byggivinnan minni at gera. Eisini vilja minkandi inntøkur hjá flotanum viðføra minni íløgur og viðlíkahald av bátum og skipum – hetta rakar sjálvsagt tær vinnur, sum vanliga hava viðlíkahaldið um hendi.
Nógv hevur verið tosað um alivinnuna. Alivinnan í Norðoyggjum er rímiliga fyri, og væntandi fer hon tí at hóra undan – kemur hon væl ígjøgnum niðurgongdina, kann hon standa sera sterk afaná.
Roknast má við fráflyting
Vanliga flyta fólk til Føroyar í góðum tíðum, meðan fólk flyta av landinum í verri tíðum. Lítið má tí vera at ivast í, at nakað av fólki fer at flyta av landinum komandi árini.
Fráflytingin verður tó ikki eins stór og t.d. í 90’unum, har heili 7.000 fólk fluttu av landinum. Orsøkin til fráflytingin verður minni er, at henda niðurgongdin als ikki er so stór sum hon var tá. Eisini hava vit í dag eina rímiliga vælvirkandi ALS-skipan, sum hjálpir fólki sum koma í arbeiðsloysi. ALS hevur í dag nakað av peningi at standa ímóti við, um neyðugt verður at hjálpa nógvum arbeiðsleysum. Roknast kann við, at tað hesuferð fara at flyta umleið 1.000 fólk av landinum – serliga frá økjum uttanfyri miðstaðarøkið. Hetta nýtist tó ikki at merkja, at fólkatalið í Føroyum fer at minka, tí vit hava eitt rættiliga fitt burðaravlop í løtuni, sum kann uppviga eini fráflyting.
Arbeiðsloysið fer at vaksa
Arbeiðsloysið í 1995 var heili 17%, meðan tað í dag er niðanfyri 3%. Vit mugu rokna við, at ein búskaparniðurgongd kemur at skapa nakað av arbeiðsloysi – serliga í teimum økjunum sum hava nógvar høvuðsvinnur, og sum harvið verða harðari rakt enn øki sum hava stóran almennan sektor.
Ein meting av komandi arbeiðsloysi kundi verið, at umleið 8% av arbeiðsmegini fer at verða arbeiðsleys – hetta svara til umleið 2.000 fólk, í mun til tey 700 sum eru arbeiðsleys í dag.
Kommunuskatturin
Sjálvandi vilja minni inntøkur millum fólk, eisini merkja minni skattainntøkur hjá kommununum. Klaksvíkar kommuna er tó so mikið væl fyri, at tað neyvan verður neyðugt at hækka skattaprosentið fyri at klára verri tíðir.
Klaksvíkar kommuna hevur tosað um ein skattalætta, hetta kundi hjálpt sera væl um hjá fólki, serliga um inntøkurnar annars minka.
Tríggjar kreppur í einum
Niðurgongdin komandi árini er heilt øðrvísi enn í 90’unum, við tað at vit í 90’unum høvdu tríggjar kreppur í einum.
Fyrst fingu vit eina skuldarkreppu, sum byrjaði longu í 1989. Síðan fingu vit eina fiskivinnukreppu í 1992, og sum stein omaná byrðu, fingu vit eina bankakreppu í oktober 1992.
Í dag er lítil og eingin vandi fyri nakrari skuldarkreppu og bankakreppu. Væntandi fer niðurgongdin einans at vera ein fiskivinnu-"kreppa", sum tó eisini er væl mildari enn í 90’unum, við tað at vinnulívið er munandi sterkari í dag.
Í 90’unum hevði fiskivinnan stóra skuld og fekk nógvan studning fyri at klára seg. Í dag er fiskivinnan betur fyri – sjálvt um trupuleikarnir enn eru stórir innan nøkur øki av fiskivinnuni.
Samanumtikið
Norðoyggjar eru eitt stórt inntøkuskapandi øki, sum alt føroyska samfelagið kann njóta gott av. Hetta hevur tó eisini ein prís fyri Norðoyggjar, við tað at tá ein niðurgongd rakar høvuðsvinnuna, vil hetta merkjast sera væl í Norðoyggjum.
Norðoyggjar – og onnur øki uttanfyr miðstaðarøkið – fara at merkja mest til niðurgongdina. Vaksandi arbeiðsloysi og ein ávís fráflyting vil koma at raka útjaðarin, meðan miðstaðarøkið ikki fer at merkja tað stóra, tí har er almenni sektorurin so stórur.




