Eitt av vallyftunum hjá Steinbjørn O. Jacobsen var at stovnseta nýggja bussleið at koyra millum ymisku býarpartarnar í Klaksvíkar Kommunu og í seinastu viku komu snotiligu bussarnir til Klaksvíkar
Eitt av vallyftunum hjá Steinbjørn O. Jacobsen var at stovnseta nýggja bussleið at koyra millum ymisku býarpartarnar í Klaksvíkar Kommunu og í seinastu viku komu snotiligu bussarnir til Klaksvíkar
– Tað gongur næsta ikki dagur uttan at eg verði spurdur um nær nýggja býarbussar skipanin fer at virka og tí meti eg eisini at tørvurin er sera stórur. Bussleiðin kemur at koyra soleiðis at hálvur tími er millum bussarnar.
– Koyrt verður eftir niðasta- og ovasta vegi kring Vánna, og harafturat steðga bussarnir norðast á Helnaðarbrekku. Fyrst verður einans koyrt í Klaksvík fyri at tryggja sær at alt virkar sum ætlað og síðani verður arbeitt við at taka Anirnar og Norðoyri við í skipanina. Sum er virkar ein skipan við barnabussi til Norðoyri, Ánir og Árnafjørð.
– Ferðaætlanin verður tillagað so hvørt og skelti verða sett upp har sum bussararnir steðga. Tað er avtala gjørd við Askham bussar um at røkja bussleiðina í hálvt annað ár og tað verður ókeypis at koyra við bussunum.
Nýggja bussleiðin fer at virka tá skúlaárið byrjar aftur eftir summarfrítíðina.




