Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bussleiðin

www.klaksvik.fo

Fyrstu eftirmetingarnar av bussleiðini viðføra smærri tillagingar

Fyrstu eftirmetingarnar av bussleiðini viðføra smærri tillagingar

Bussarnir hava nú koyrt eina tíð, og fyrstu eftirmetingarnar hava víst á, at brúkararnir sum heild eru nøgdir. Tó er stundum tørvur á at gera smærri tillagingar.

Gloymd ting
Tað vísir seg, at ferðafólk av og á gloyma ymiskt eftir í bussinum, so sum skúlataskur, ítróttartaskur, innkeypsposar v.m. Avtala er gjørd við bussførararnar um, at gloymdu tingini verða latin býráðsmóttøkuni, Miðlan, í varðveitslu. Hagar kunnu bussferðafólkini so venda sær, um tey sóknast eftir onkrum, tey hava gloymt í bussinum.

Hvar farast skal upp í bussin
Nógv børn nýta bussin dagliga til og frá skúla og frítíðarítrivum. Av praktiskum orsøkum heita bussførararnir á børnini um at umhugsa, hvar tey koma í bussin. Børn, ið búgva á vestara armi í Klaksvík, og skulu heim frá skúla, ítrótti ella øðrum, eiga at fara upp í bussin við Sandin. Børn, ið búgva á eystara armi í Klaksvík, og skulu heim frá skúla, ítrótti ella øðrum, eiga at far upp í bussin við KFUM & K.

Her sæst yvirlit – ferðaætlan – yvir, nær bussarnir koyra

ella sí PDF niðanfyri: