Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bústaðarætlan í Hvannasundi

Jóhann Lützen

Hvannasunds kommuna arbeiðir við eini útstykkingarætlan í Hvannasundi, har møguleiki millum annað verður fyri íbúðarbygging. Áhugaði kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 452007 ella senda teldupost til hvannasund@hvannasund.fo

Hvannasunds kommuna hevur ein barnagarð, sum eitur Barnahúsið Imba, har er: vøggustova, barnagarður, forskúli og frítíðarskúli. Tað er frí barnaansing.

Skúli er eisini í kommununi, skúlin á Fossánesi. Har ganga børnini frá 1. til 7. flokk.

Skrivstovan hevur opið soleiðis: Mánadag: kl. 10:00-14:00 Mikudag: kl. 10:00-14:00 Hósdag: kl. 10:00-14:00