Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bústaðarlán enn bíligari í Eik

Tíðindaskriv

Enn einaferð gongur Eik á odda og lækkar lægstu bústaðarlánsrentuna. Hesa ferð niður á 3,45 prosent

Enn einaferð gongur Eik á odda og lækkar lægstu bústaðarlánsrentuna. Hesa ferð niður á 3,45 prosent

“Vit eru í støðugari kapping um kundarnar á føroyska marknaðinum og arbeiða tí miðvíst við at styrkja um okkara kappingarføri, soleiðis at hetta er til fyrimunar fyri allar føroyingar”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

Vit lækka okkara bíligastu bústaðarlánsrentu niður í bara 3,45% fyri allar okkara kundar – uttan neyðugar bindandi tænastur. Hevur tú bústaðarlán í Eik, fært tú henda fyrimun sjálvvirkandi, og tær nýtist einki at gera.

Bústaðarlán er til tín, sum er yvir 18 ár og ætlar at keypa hús ella íbúð. Lægsta renta verður veitt til í mesta lagi 80 prosent av keypsvirðinum.

Lánið hevur broytiliga rentu og verður veitt sum annuitetslán við fastari afturgjaldstíð. Tað merkir, at um rentan hækkar ella lækkar, so broytist mánaðargjaldið.

Bústaðarlánið í Eik er óbundið á tann hátt, at tú til eina og hvørja tíð kanst gjalda meira til lánið, enn fyrr avtalað, tá tú hevur møguleika fyri tí, og harvið minka um restskuldina skjótari. Hinvegin er tað eisini gjørligt at fáa skáa, um tú í eitt avmarkað tíðarskeið hevur brúk fyri hesum.

LES MEIRA HER >>