Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bústaðarmøguleikar til ung og lesandi

Lesarabræv

Bústaðarmøguleikar í Klaksvík til ung og lesandi er ikki av teimum bestu. Tað er ofta sera trupult at finna okkurt, sum hóskar væl til ungar familjur, tí íbúðirnar eru ofta sera lítlar. Sum lesandi er tað harafturat ofta prísurin, sum setur markið fyri, hvar man vil leiga, tá man lesur.

Ungar familjur

Klaksvíkar Kommuna eigur at kanna møguleikarnir fyri at byggja rekkjuhús til ungar familjur. Trupuleikin við at finna sær okkurt at búgva í, tá man hevur børn, er, at ein íbúð við bert einum kamari er ov lítil. Tá man so fer at hyggja eftir sethúsum, er tað ofta prísurin, sum er ráðandi.

Vit hava økir her í klaksvík, har grundstykkir standa til sølu, og eingin vil keypa tey. Her hugsi eg um grundstykkini, sum eru Millum Hjalla. Har hava vit alla ovaru síðu, sum ongin byggir á, og tí vildi tað verið upplagt hjá kommununi at bygt rekkjuhús har. Hettta vildi heilt sikkurt loyst trupuleikan fyri nógvar ungar familjur, tí tá blíva húsini eitt vet størri enn ein íbúð, og prísurin verður ikki líka høgur, sum tá man keypir eini sethús. Hetta vildi heilt sikkurt eisini tiltrekt nógvar ungar familjur, sum eru fluttar úr býnum í lestrarørindum, at flyta til Klaksvíkar aftur.

Lestraríbúðir

Alsamt fleir útbúgvingar verða lagdar her í Klaksvík. Tekniski Skúli í Klaksvík er útbygdur, og fleiri útbúgvingar eru á Tekniska Skúla nú, enn tað var fyri heilt fáum árum síðan.

Ein trupulleiki, sum fleiri ferðir er komin mær fyri oyra, er, at ongar lestraríbúðir eru í Klaksvík. Tað eru nakrar íbúðir sum man kann leiga, men tá er prísurin ofta hægri enn, hvat ein næmingur fær í studningi um mánaðin.

Kommunan eigur at kanna møguleikarnar fyri at byggja lestraríbúðir her í Klaksvík, so vit kunna tiltrekkja enn fleiri lesandi hendan vegin. Hetta kann eisini føra við sær fólkavøkstur, tí sum vit síggja so nógva aðrastaðni, verða tey ofta verandi har, sum tey lesa. Vit hava fleiri dømir um hetta, har fólk flyta úr Klaksvík til Tórshavn ella Danmarkar. Vit eiga at gera alt fyri at venda hesum rákinum, so fólk fara at flyta til Klaksvíkar ístaðin. Fyri at hetta skal henda, má Klaksvíkin gera seg út til at taka ímóti hesum fólkum.

Hallstein E. Jacobsen

Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu