Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bústaðarmynstrið skal kunna umskipast

Rógvi Jacobsen

Núverandi bústaðarmynstur er ógvuliga siðbundið, tí í høvuðsheitinum hava vit altíð bygt lívslangar bústaðir. Samanbera vit okkum við okkara grannalond, so eru tað nógv ár síðani, at farið var frá einum lívslangum bústaði til ein bústað, sum í størri mun tillagar seg broyttar og ymiskar lívshættir.

Tí vil eg arbeiða fyri, at kommunan í enn størri mun stuðlar undir møguleikanum hjá almennum og privatum fyritøkum at fara undir fjølbroytta íbúðarbygging. Bæði til eldri, sum ynskja at flyta í minni bústað, men eisini til ung, sum vilja velja Klaksvík til, sum sín fyrsta bústað.

Við núverandi bústaðarmynstrið, er møguleikin hjá eldri, sum ynskja at flyta í ein minni bústað, ógvuliga avmarkaður. Men verður ferð sett á íbúðarbygging til borgarar eldri enn 60 ár, so er góður møguleiki fyri, at unga ættarliðið kann yvirtaka ein bústað, tí útboðið gerst størri. Tað kann bæði vera við til at økja um fólkatalið í Klaksvík, men merkir eisini at árinini á náttúruna verða minni, og tað er jaligt.