Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bústaðarskylda á Reyni og í Miðbýnum

Tíðindaskriv

Á býráðsfundi 30. januar 2014 kemur eitt sjáldsamt mál fyri á býráðsfundi í Havn, sum snýr seg um at seta bústaðarskyldu á eitt ávíst øki.

Málið snýr seg um, at ein meiriluti í teknisku nevnd hevur heitt á býráðið um at kanna løgfrøðilig viðurskifti í sambandi við møguleikarnar at krevja bústaðarskyldu úti á Reyni og í miðbýnum í Havn, og samstundis at seta bústaðarskyldu á hús, sum kommunan sjálv selir í miðbýnum.

– Trupulleikin er, at tað finst ongin føroysk lóg, sum heimilar kommunum at áleggja bústaðarskyldu – í veruleikanum eru tað bara bøndur og prestar, sum hava bústaðarskyldu. Og tí má kommunan útvega lógarheimild frá landinum.

– Hetta er trupult at hava við at gera, tá bústaðarskylda er einasti máti at tryggja trivnaði í ávísum øki, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í stuttari viðmerking.

Málið verður lagt fyri býráðið á býráðsfundinum nú hóskvøldið.