Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bústaðir fær nýggjar møguleikar at fíggja sítt virksemi

Helgi Abrahamsen

Fyrsta málið, sum løgtingið viðgerð í dag er eitt uppskot hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, sum skjýtur upp at geva Bústøðum heimild til at læna tilsamans 250 mió. krónur frá føroyskum íleggjarum og stovnsligum føroyskum lánsveitarum til at fíggja sínar byggiverkætlanir.

Fyrsta málið, sum løgtingið viðgerð í dag er eitt uppskot hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, sum skjýtur upp at geva Bústøðum heimild til at læna tilsamans 250 mió. krónur frá føroyskum íleggjarum og stovnsligum føroyskum lánsveitarum til at fíggja sínar byggiverkætlanir.

Hetta verður gjørt við, at Bústaðir gevur út lánsbrøv, ið allir føroyingar kunnu keypa, ella við at Bústaðir ger lánsavtalu við stovnsligar lánsveitarar í Føroyum.

Endamálið við hesum er at tryggja, at føroysk uppsparing og virðisskapan fær møguleika at verða sett í íløgur í føroyska samfelagnum.

”Soleiðis fer millum annað føroysk pensjónsuppsparing, í størri mun enn í dag, at gagna føroyska samfelagnum, samstundis sum Bústaðir fer at fáa betri møguleikar at byggja leigubústaðir í samstarvi við onnur,” stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Stovnsligir lánsveitarar í Føroyum eru eitt nú pensjónsfeløg, pensjónsgrunnar, peningastovnar og aðrir føroyskir stovnar og grunnar, sum hava tørv á at plasera pening. Vanligir privatpersónar kunnu veita Bústøðum lán við at keypa lánsbrøv.

Trygd í føstum ognum

Ætlanin er ikki at landskassin skal veita veðhald fyri fíggingini hjá Bústøðum, men trygdin fyri fíggingini skal verða kjølfest í føstu ognunum hjá Bústøðum. Landsbanki Føroya fer at taka sær av og umsita alla fíggingina og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skal í hvørjum einstøkum føri góðkenna fíggingina.

Uppskotið fær fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag, sum byrjar klokkan 13:30.


Harleywoodpaint