Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bústaðir roynir seg við donskum lyklaklárum sniðhúsum

John William Joensen

Á jólum kunnu átta fólk við skerdum førleika flyta inn í spildurnýggja íbúð við Kráargøtu í Klaksvík. Tað er einki óvanligt í tí, men tað óvanliga liggur í, at einki er hent á byggiøkinum enn, so tað eru bert stívliga tveir mánaðir til alt skal verða liðugt, skrivar Vinnuvitan.fo

Á jólum kunnu átta fólk við skerdum førleika flyta inn í spildurnýggja íbúð við Kráargøtu í Klaksvík. Tað er einki óvanligt í tí, men tað óvanliga liggur í, at einki er hent á byggiøkinum enn, so tað eru bert stívliga tveir mánaðir til alt skal verða ligugt.

Orsøkin til hetta er, at byggiharrin Bústaðir nú roynir seg við lyklaklárum húsum, ið koma liðugt framleidd á byggiplássið. Bústaðir hevur gjørt avtalu við donsku byggifyritøkuna Scandi Byg, sum er heildarveitari av hesi bygging við Kráargøtu í Klaksvík.

Væntað verður at íbúðirnar kosta 5 milliónir krónur samanlagt. Harumframt kemur keyp av øki 1,6 millión krónur, umframt lendisarbeiði, so talan er um ein eindarkostnað fyri hvørja íbúð uppá umleið 900-1.000.000 krónur.

Les meira her!!