Í dag var móttøka í Bústovnurin við Mylnutún, har ein hópur av fólki møtti og Ælabogin spældi frálíkar kveikjandi og glaðar tónar fyri stórum fjøldini, sum var komin saman at forvitnast og fegnast um henda áhugaverda stovn.
Í dag var móttøka í Bústovnurin við Mylnutún, har ein hópur av fólki møtti og Ælabogin spældi frálíkar kveikjandi og glaðar tónar fyri stórum fjøldini, sum var komin saman at forvitnast og fegnast um henda áhugaverda stovn.
Spakin varð settur í mai 2013 og hevur Kanjon verið høvuðsarbeiðstakarar. Byggiverkætlanin hevur kostað 19 mill við ráðgeving, projektering, byggibúning, bygging, innbúgv – alt við. Tá hevur býráðið lætið grundstykkið til endamálið.
Oddfríða Højgaard, leiðari bjóðaði vælkomin og greiddi frá stovninum. Síðani gav hon orðið til Landstýriskvinnuna í Heilsumálum, Eyðgunn Samuelsen. Eftir hana helt Edvard Heen, stjóri í almannaverkingum røðu. Eftir hann helt Arne Debess Madsen, deildarleiðari á byggideildini hjá Landsverk røðu vegna Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverk, sum ikki fekk møtt.
Síðani spældi Ælabogin og var tað hugaligt at síggja og hoyra hvussu væl tey dugdu at spæla og at fylgja ein serligari nótaskipan, sum leiðararnir hegnisliga leiddu spælarnar ígjøgnum.
Síðani helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri røðu, har hann fegnaðist um íbúðarbyggingina, sum nú verður karmur um tilveruna hjá teimum 12 búfólkunum – teirra nýggja heim.
Boðin varð til ein biti og til bar at síggja snotiligu íbúðirnar – 12 í tali, sum búfólkini flyta í fyrst í desember.




