Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býarbussleiðin má áhaldandi bøtast og tillagast – men hon er komin fyri at vera

Nordlysid

– Enn hevur okkara býarbussleið fleiri barnasjúkur, har eftirmetingar, ábøtur og tillagingar áhaldandi krevja at verða gjørdar, men út frá góðu royndunum higartil eri eg sannførdur um, at hon er komin fyri at vera, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd og Ferðslunevndini hjá Klaksvíkar býráð.

-Enn hevur okkara býarbussleið fleiri barnasjúkur, har eftirmetingar, ábøtur ogtillagingar áhaldandi krevja at verða gjørdar, men út frá góðu royndunumhigartil eri eg sannførdur um, at hon er komin fyri at vera, sigur SteinbjørnO. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd og Ferðslunevndini hjá Klaksvíkar býráð.

– Vit fáa javnan fráboðanir frá borgarum um eitt og annað, sum krevur at verðabroytt í sambandi við býarbussleiðina, og vit viðgera allar hesar fráboðanir ístørsta álvara,

Hetta sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd og í Ferðslunevndini,sum var høvuðsmaðurin aftan fyri býarbussleiðina í Klaksvíkar kommunu, sum núhevur verið ígjøgnum sína fyrstu royndartíð, og sum býráðið í fjør samtyktiskuldi halda fram eisini í 2016.

– Vit eru sera fegin um at fáa afturmeldingar frá fólki, tí uttan hesar høvduvit mist ein stóran part av tí vitan, sum skal til fyri at gera bussleiðinabetri fyri brúkaran, fyri ferðslutrygdina og fyri kommununa sum heild.

– Í summum førum er ferðslutrygdin ikki nøktandi, aðrastaðni er parkeringin einavbjóðing, og aðrastaðni er tað uppaftur okkurt annað ella ein samanseting avfleiri óhepnum viðurskiftum, sum vit so royna at broyta og bøta um.

– Sjálv rutan, fráferðartíðir, steðgistøð og bussskýlir eru sjálvandi eisinipartur av tí, sum støðugt verður eftirmett av kommununi, í góðum samstarvi viðbussførararnar, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum takkar øllum borgarum, sumhava givið og vilja geva sítt ískoyti til at betra um tænastuna frá býarbussleiðini.

– Enn eru fleiri barnasjúkur at lúka burtur, og hesum arbeiða vit miðvíst ogáhaldandi við, har vit javnan eftirmeta og út frá tí gera ábøtur ogtillagingar.

– Samanumtikið tykist tó breið semja at vera um, at tørvur er á hesaribýarbussleiðini, sum vísir seg at koma væl við hjá fleiri av okkara borgarum,bæði yngri og eldri, tí hon gevur fólki heilt nýggjar møguleikar fyri at komaómakaleyst aftur og fram og harvið at njóta møguleikarnar í kommununi.

– Út frá góðu royndunum higartil eri eg sannførdur um, at býarbussleiðin erkomin fyri at vera, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd ogFerðslunevndini hjá Klaksvíkar býráð.