Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býarbussurin fer at koyra fleiri túrar

klaksvik.fo

Frá 1. oktober fer leið 2, sum koyri til Norðoyrar, Ánirnar og Árnafjørð, eisini at koyra millum kl. 10.00 – 12.00.

 

Staðbundna nevndin á Norðoyri hevur í fleiri umførum víst á, at tørvur er á at fáa fleiri túrar á ferðætlanina fyrrapart. Tey hava víst á, at tað bæði er gagnligt fyri skúlabørnini í økinum, men eisini fyri Baldursbrá, sum serliga ger túrar fyrrapart.

Borgarstjórin, Karl Johansen, fegnast um, at býráðið kann ganga hesum ynski á møti.

– Borgarstjórin hevur fund við staðbundnu nevndirnar fýra ferð um árið. Javnan verður eisini skipað fyri ástøðisfundum, har fundur verður hildin í avvarðandi øki. Hetta er ein góð skipan, sum gevur borgarunum góðar møguleikar at vísa á, hvørjir tørvir eru í økinum.

– Tað er sjálvsagt ikki øll ynskir, sum bera á mál, men eg gleðist um, at hetta málið er rokkið, sigur Karl Johansen.

Í fyrstu atløgu er talan er um eina royndarkoyring restina av árinum.