Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býargartnarin fríðkar festivaløkið

Erik Biskopstø

Nú um dagarnar hava Hans Hjalti Skaale, Býargartnari, og hansara fólk verið at sæð við einari nýggjari maskinu á teimum grønu økjunum í Klaksvík.

Vit hava vertikalskorið svørðin við einari serligari maskinu. Endamálið er at lufta bøin og fáa ein tættari og vakrari vøkstur. Maskinan sker foyrir í svørðin, sum eru 12 cm. djúpar. Tað eru tveir sentimetrar ímillum knívarnar. Hetta arbeiði verður kallað at vertikalskera. Síðani verður bøtt við serligari sandblandaðari mold, sum verður kallað Top-dressing.

Hetta arbeiði er nýtt í Klaksvík og Hans Hjalti er sera spentur upp á úrslitið. Tað stóra økið, sum hýsir Summar Festivalinum er eisini vertikalskorið. 

Eftir at Hans Hjalti og hansara fólk gróvu dren í økið fyri hálvumøðrum ári síðani, er økið blivið munandi turrari og vakrari. Tað er næstan ikki til at kenna aftur frá tíðini, tá ið fólk næstan ikki komu turrskødd tvørtur um bøin.

Á myndini síggjast paralellu foyrurnar, sum eru skornar í bøin.