Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býarplanurin er nú góðkendur av landsstýrinum

John William Joensen

Men landstýrið góðkendi ikki býráðssamtyktina um at Gerðabøur skal verða grønt økið

Nýggi býarplanurin fyri Klaksvík og bygdirnar, sum hoyra til, er nú endaligasamtyktur av Landstýrinum.

Gerðabøur ikki grønt økið
Men í viðmerkingunum til góðkenningina skrivar landsstýri at býráðssamtyktin um at leggja Gerðabø út sum grønt økið ikki kann góðkennast.

Sambært viðmerkingunum frá Landsstýrinum er hendan broytingin so radikal at um hon skal fremjast sum mugu ætlanirnar við økinum viðgerðast av nýggjum frá grundini.

Tvs. at býráði má fara undir nýggja viðgerð og senda málið út til hoyringar.

Klárt at byggja á Gerðabø
Sostat er Gerðabøur framhaldandi til almenna bygging og umsóknir at byggja sum annar lúka ásettar treytir kunnu fáa byggiloyvi ásettum pørtum av Gerðabø, og upprunaligu samtyktirnar har partar av Gerðabø eru grøn øki og aðir parta útstykkingar, er sostatt galdandi.