Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bygdafeløgini draga flestar áskoðarar til Tórsvøll

Helgi Abrahamsen

Bygdafeløgini draga nógv fleiri áskoðarar til Tórsvøll enn Havnarfeløgini gera.

Tann 30. august 2014 spældu HB og Víkingur steypafinalu á Tórsvølli. Tá vóru 2.870 áskoðarar til dystin.

Tann 29. august 2015 spældu Eysturoyarliðini Víkingur og NSÍ á Tórsvølli. Tá øktist áskoðaratalið við umleið 500 fólkum í mun til árið fyri. 3.367 áskoðarar vóru til tann dystin.

Í ár verða tað KÍ og Víkingur sum bresta saman á Tórsvølli, og sambært FSF eru higartil seld 3.755 atgongumerki til dystin.

So longu tveir dagar áðrenn dystin eru seldu atgongumerkini næstan 900 fleiri, enn samlaða sølan var, seinast tá eitt lið úr Havnini spældi steypafinalu á Tórsvølli.