Vinnarin av lutaseðlasøluni hjá bygdarfelagnum á Norðoyri var nr. 24052, siga fyrireikararnir til bygdahúsið millum annað
Jan Askham av Norðoyri sigur, at tey sum búgva á Norðoyri hava skipað fyri ymiskum útiaktivitetum viðhvørt, og í fjørð kom tankin fram, um at fara undir at royna at savna pening inn til eitt bygdarhús.
Ein nevnd er sett við mær, Elin Askham, Hjørdis Hávarsá , Jóhan Hávarsá og André Matras.
Tað sýnist sum um tiltakið hevur fingið ógvuliga góða móttøku. Nú vit skipaðu fyri køkutombola komu lutir frá so at siga øllum íbúgvunum á Norðoyri og tiltakið gav fitt av peningi. Eitt bygdarhús er málið, men sjálvandi, tað er langur vegur enn, sigur Jan Askham at enda.




