Longu snimma mánadagin komu hópin av kampingvognum til Klaksvíkar at rigga seg til, til Summarfestivalin og tað legst til, so nú byrjar at fyllast.
Ongantíð hava verið so nógvir kampingvognar, sum í ár – heilir 235 hava teknað seg á Norðoya Kunningarstovu til pláss í Klaksvík. Og fleiri teirra hugna sær í Klaksvík alla vikuna.
Hetta sæst aftur í býnum – bæði í handilslívinum, svimjihøllini og matstovunum.
Kampingøkið er av somu grund víðkað. Nógv teir flestu standa á útfyllingini á Sandinum, men eini 50 kampingvognar eru norðuri á ferjuleguni og niðanfyri KÍ-høllina eru eisini sett av til kampingvognar.
Hesir lítlu býlingarnir eru hugnaligir at vitja og eru tey oftani saman sum kennast – kanska kenningar frá eini bygd ella ættarfólk, sum halda saman. Hetta ger, at tað aftur her verður skipað í smærri býlingar við sínum sermerkjum.
Men alt bygdarlagið ella lítal fitta bygdin í býnum hugnar sær sum ein eind og hava tey nógv ymiskt at fortelja hvørjum øðrum ella at samskifta um, tá ið fólksliga húsagongdin fer fram, sum ein natúrligur liður í hesum hugnaliga bygdarlagi.




