Í gjárkvøldið hevði nýsetta bygginevndin sín fyrsta fund á Meginskúlanum á Sandi.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, luttók á fundinum og kunnaði um ætlanina, at landið skal byggja eina ítróttarhøll á Sandoynni. Landsstýriskvinnan ynskti bygginevndini góðan byr og vónaði, at Sandoyggin fær sína ítróttarhøll á sumri í 2011.
Áðrenn farast skal undir arbeiðið, skulu fyrireikingar gerast, og ein verklagslóg skal verða samtykt. Fyrsta uppgávan hjá bygginevndini verður at gera eina sokallaða byggiskrá, sum m.a. gjøllari skal lýsa, hvat ein tílík høll ætlandi skal kunna brúkast til. Longu í morgin fer bygginevndin á kunningarferð at kunna seg um aðrar ítróttarhallir í landinum.
Mentamálaráðið hevur formannin í bygginevndnini, Skúlasambandið hevur valt 2 umboð, B71 eitt umboð og skúlastjórin á Meginskúlanum situr eisini í nevndini. Landsverk er byggi¬harri og er eisini sekretariat hjá nevndini.
Hesi manna nevndina:
Vegna Mentamálaráðið:
Bergur í Garði, formaður
Vegna Sandoyar Skúlasamband:
Gerhard Lognberg, Skopun
Varalimur: Sjúrður Nolsøe, Dalur
Fríði Nolsøe, Sandur
Varalimur: Elisabeth Myllhamar, Skálavík
Vegna Sandoyar Meginskúla:
Elna Skylv Hansen, skúlastjóri, Sandur
Vegna B71:
Jens Petersen, Sandur.




