Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Eg havi fyrr sagt at spakin skal setast i í oktober og tað fari vit at gera alt fyri at halda. Tað er ikki sørt, at fólk í Klaksvík eru spent uppá ætlaða íbúðarbyggingina í miðbýnum í Klaksvík. Tað at Bústaðir nú fer undir bygging her í samráð við Klaksvíkar Býráð, verður onki minni enn ein kollvelting fyri íbúðarmynstrið í Klaksvík.
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Eg havi fyrr sagt at spakin skal setast i í oktober og tað fari vit at gera alt fyri at halda. Tað er ikki sørt, at fólk í Klaksvík eru spent uppá ætlaða íbúðarbyggingina í miðbýnum í Klaksvík. Tað at Bústaðir nú fer undir bygging her í samráð við Klaksvíkar Býráð, verður onki minni enn ein kollvelting fyri íbúðarmynstrið í Klaksvík.
At tú at kalla ikki hevur havt møguleikan at leiga ístaðin fyri at eiga, hevur verið eitt minus fyri samfelagið. Kanska eru tað fyrst og fremst tey ungu, sum at kalla ikki hava havt møguleikan fyri at leiga seg inn í eina íbúð, tá tørvur hevur verið á tí, ið hava sakna møguleikan mest. Men eisini tey, ið eru komin nakað til árs og børnini eru flogin og húsini ov stór og helst eisini tung at halda, høvdu ivaleyst vilja havt møguleikan at funnið sær eitthvørt minni at húsast í.
Tað er kostnaðarmikið at byggja sær síni egnu hús og harafturat eru tað ikki øll, sum endiliga vilja eiga tað tey búgva í. Harafturat eru eisini støk fólk í samfelagnum, ið sjálvsagt bert hava eina inntøku, og hon skal vera høg, um útlit skulu vera fyri at tey skulu kunna seta føtur undir egið borð, sum vit plaga at taka til.
Arbeiða fyri eini semju
Jógvan Skorheim, borgarstjóri sigur, at samráðingar hava verið aftur í hesi vikuni við Bústaðir, og tær samráðingarnar hava gingið væl. Alt er ikki komið upp á pláss enn og tí er ov tíðliga at siga ítøkiligt nær byrjað verður.
Tó fylgir hendan ætlanin, har Bústaðir eru ein partur, miðbýarætlanini sum varð løgd fram í 2011.
Kommunan hevur fleiri ferðir áður gjørt miðbýarætlanir, men ásannast má, at tað hevur verið torført at fylgt teimum. Fáa vit hesa verkætlanina í gongd, verður hetta startskotið til miðbýin og eitt tiltrongt íkast til íbúðar møguleikarnar í Klaksvíkar Kommunu.
Talan er sum kunnugt um eitt projekt, har bygdar verða 30 íbúðir og harafturat ein undirhædd upp á 1000 fermetrar, ið fyrst og fremst er ætlað til handilshølir.
Hetta er í mínari verð eitt sera spennandi projekt, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim. Eg havi fyrr sagt, at spakin skal vera settur í oktober mánaða í ár, og tað trúgvi eg framvegis uppá. Hesin býráðsmeirilutin settir sær fyri, at fjølltátta bústaðarmøguleikarnar og at seta allar kreftir inn at fáa ein miðbý, og tað hava vit brúkt alla orku upp á síðani vit byrjaðu.
Mentanarhúsið
Næsta skotið á stammuni fyri miðbýin í býráðsregi verður at gera posthúsið til mentanarhús. Jógvan Skorheim sigur, at samtykt er at útbygging av posthúsbygninginum skal fara ígongd 1. Januar í 2016. Ætlanin var at Heilsutrygd skuldi flyta út áðrenn tað, men nú er ætlanin at Heilsutrygd skal kunna vera í bygninginum til uppíbyggingin er liðug ella har á leið.
Tað er annars Signhild Johannesen, sum er formaður fyri Sjálvsognarstovnin og har hevur verið fundur við LOA Fonden um fígging av mentanarhúsinum í Klaksvík og sum skilst, so var fundurin positivur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.




