Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byggja barna­garð úti á Oyri

Oliver Joensen

Klaksvíkar kommuna er rættuliga farin undir at loysa barnaansingarspurningin. Sum skilst so er talið á børnum í komunalum ansingaraldri framhaldandi vaksandi.

Eyðstein Poulsen, býráðslimur og formaður í nevndini Børn og Ung hjá Klaksvíkar Kommunu sigur, at tørvurin á ansingarplássum er stórur.


Mundu keypt sethús
Fyri at útvega kommununi fleiri ansingarpláss til børn undir skúlaaldri, vóru vit í gongd við at hyggja upp á eini sethús, ið vit kundu keypa og byggja um til at rúma um 35 ansingarplássum.


Tilboð frá Norðhús
Men tá kemur upp eitt tilboð frá Norðhús, Norðhús kann byggja ein barnagarð í tveimum hæddum við garði rundan um  og tilhoyrandi parkeringsplássum á Norðoyri til 60 ansingarpláss. Hetta er ein verkætlan sum kemur at kosta kommununi 8,7 miljónur krónur, og skal standa liðugt 16. august í ár eftir ætlanini.


Spennandi projekt
Tað var eisini Norðhús, ið bygdi nýgggjasta barnagarðin Í Grøv. Starvsfólkini har hava verið sera væl nøgd við tær umstøðurnar. Vit hava eisini havt fund við fólkini, sum skulu hava raksturin um hendur og sum hava rikið barnagararnar í Grøv. Royndirnar frá nýggjasta bygningnum í Grøv og tær royndir tey annars hava við rakstri av einum barnagarði eru sjálvandi komnar við verkætlanini á Oyri. Hetta hevur havt við sær, at ymiskar tillagingar eru gjørdar. Nýggja projektið verður tí hildið at vera sera spennandi.


Skiftið til skúla
Tá vit koma inn á spurningin um skiftið hjá barnagarðsbørnunum til barnaskúlan, er Eyðstein Poulsen eitt sindur afturhaldandi at svara. Jú, sjálvandi, tað er ein spurningur, sum hevur verið uppi í viðgerðini.


0-ti flokkur
Vit síggja nú at í øðrum kommunum hava tey flutt seg til ein 0-tá flokk, har barnagarðsbørn so líðandi verða slúsað inn í skúlan. Sum eg havi skilt, so er orsøkin hon, at tað er ein ógvuslig broyting hjá teim smáu at fara frá einum barnagarði og síðani í 1. flokk í skúlanum.

Hendan spurningin hava vit ikki greitt enn. Nú tá barnagarðurin letur upp, verður hann skipaður undir leiðslu av Barnahúsinum Margith.

Tað er tí mest sannlíkt at barnagarðurin á Oyri byrjar sum ein útibarnagarður.

Tað er enn ein spurningur hvussu barnagarðurin verður rikin tá hann er komin upp á fullan rakstur.


Góðar umstøður
Á Oyri eru sera góðar umstøður til ein útibarnagarð, har er sera spennandi útiumhvørvi og harafturat er frammanundan ein sparkivøllur og eitt spælipláss, so er ivist onga løtu í, sigur Eyðstein Poulsen at enda, at um leiðslan fer at hava gott handalag, so fara bæði børn og starvsfólk at stórtrívast á Oyri.