Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sigur at í býráðsumsitingini verður tosað um hvat kann gerast, fyri at betra um trygdina hjá fótgangarum í økinum millum Sparikassan og Telefonstøðina.
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sigur at í býráðsumsitingini verður tosað um hvat kann gerast, fyri at betra um trygdina hjá fótgangarum í økinum millum Sparikassan og Telefonstøðina.
Sera nógv ferðsla er eftir Biskopstøðgøtu og á stutta vegastrekkinum millum Telefonstøðina og Norðoya Sparikassa, møtast bilar, bussar, trailarar og fótgangarar. Nógv ferðsla og gongufólk eru eisini í samband við Skúla á Skúlatrøð og fleiri ferðsluóhapp hava verið á hesum vegastrekkinum.
Byggja gongutunnil.
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sigur at í miðbýarætlanini er hædd tikin fyri hesum trupuleikanum, og tí er ætlanin at byggja ein gongutunnil undir Biskopstøðgøtu, sum er tryggasta loysnin á hesum trupuleikanum.
– Men hetta er meira langsigta, og tí viðgera vit í løtuni hvat gerast kann her og nú, fyri at betra um trygdina.
– Spurningurin um at taka gonguteigin burtur, hevur eisini verið umrøddur í Ferðslunevndini, sum er mannað við m.a. umboði fyri løgregluna. Tá var niðurstøðan tann, at man heldur skuldi seta upp ljós og skelti, fyri betur at markera fótgangarateigin, tí sjálvt um fótgangarateigurin varð tikin burtur, høvdu fótgangarar hildið fram við at stytt sær leiðina tvørtur um vegin á hesum staðið.
– Vit taka trygdina í størsta álvara og tí viðgera vit hvat best er at gera her og nú.




