Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður ein húsagrund nú stoypt á Húsum.
Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður ein húsagrund nú stoypt á Húsum. Tað eru Jákup Samson og Gudrun Bláskor, sum eru farin undir at byggja. Húsini verða eini Norðsetur hús, og tey verða reist í mai komandi ár. Grundina gera tey sjálvi.
Magni Garðalíð, borgarstjóri á Húsum, sigur, at seinast eini hús vórðu bygd á Húsum mundi vera í 80-árunum.
“Men tað er ikki bara á Húsum at áhugi er at byggja á Kalsoynni. Fyrispurningur er eisini komin um grundstykki á Syðradali,” sigur Magni Garðalíð.




