Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byggjað jólabý til gomlu Klaksvíkina

John William Joensen

Annika Steintórsdóttir Rasmussen, er sett at samskipað nýggja jólabýin sum Klaksvíkar Kommuna og Tekniski Skúlin í Klaksvík byggja. Jólabúðirnar koma at standa niðanfyri fornminnasavnið út í gomlu Klaksvíkini og hetta verður samstundis nýggi jóladepilin í Føroyum har m.a. jólaskipið kemur at vitjað.

Vit vóru ein túr uppi á Tekniska Skúla har næstan var klárt at mála búðirnar og tá var ikki endaliga avgjørt hvussu alt verður skipað. Men hetta verður gjørt í samstarvið við fornminnasavnið og spaniastovu. Borgarstjórin greiddi frá at býráði hevði ráðført seg við lokalan listamann sum m.a. hevði skotið upp at nýggju búðirnar hava ymiskt snið har ein m.a. kemur at verða eitt kopi av gomlu kaj kioskini. Sum skilst var ætlanin fyrst at nýta búðirnar á økinum kring jólatræið í Vágstúni, men av tí at har er trupult at skapa lívd var mett at Klaksvíksgarðurin var betur egnaður. Men búðirnar eru gjørdar soleiðis at tær eru lættar at flyta og kunnu tí brúkast til ymisk tiltøk.

Meira verður at frætta um hetta í komandi viku, men tey sum hava áhugað at verða partur av nýggja jólabýnum, kunnu seta seg í samband við Anniku Stentórsdóttir Rasmussen.

Harleywoodpaint