Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bygnaðarbroytingar hjá Toll & Skatt

John William Joensen

Tað eg higartil havi hoyrt um hesar broytingar fær meg ikki at taka undir við teimum. Nakað hevur verið at hoyrt um broytingar í T&S. Fleiri fólk hava sovið illa um næturnar, tí hvat fer at henda?

Mugu tey siga starvið upp, tí tað verður flutt so langt burtur, at møguleiki ikki er at fylgja við?
Nú er so eitt tíðindaskriv komið út, har rættiliga umfatandi broytingar verða gjørdar. Millum annað skal skattadeildin í Vágum, Rúnavík og Klaksvík niðurleggjast.
Fyri mongum tykist tað ikki sørt undarligt, at økir, ið stórt stríð hevur verið at byggja upp, nú við einum pennastroki skulu niðurleggjast og flytast.
Víðari tykist stór mótsøgn vera í, at ein bygningur hjá T&S í Klaksvík, ið er keyptur og útbygdur fyri tíggjutals milliónir skal niðurleggjast, tí norðoyingar skulu til annað stað at avgreiða síni T & S viðurskiftir, har ongin bygningur er til taks.
Tað tykist, sum um mangt ikki ruggar rætt her. Og at sparingarnar og og effektiviseringarnar koma at kosta nógv í bæði krónum og menniskjansligum ofrum.
Og eg ivist stórliga í, um nakar politiskur vilji er til at fremja fráboðaðu bygnaðarbroytingarnar.
Fyri mín part kann eg bert siga, at tað  eg higartil havi hoyrt um hesar broytingar ikki fær meg at taka undir við teimum.

Fólk skulu eisini liva í Vágum, Klaksvík, Sandoy.

Tí ynski eg at hoyra rættiliga nógv meira um hesar broytingar, áðrenn eg, sum fólkavaldur í Vágum fari at siga ja til ætlanina