Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bylgju Cup 2020 er avlýst

Jákup Ósá

Vegna koronustøðuna, so er stóra innandurakappingin Bylgju Cup avlýst fyri 2020.

Stóra innandurakappingin sum hevur verið millum jól og nýggjár á hvørjum ári síðani 2008. Kappingin hevur siðvenju og góða undirtøku millum fótbóltsáhuga. Nógvir leikarar hava luttikið og nógvir áskoðarar hava hugt.

Fyrireikararnir hava viðgjørt, um kappingin skal haldast í ár vegna koronustøðuna. Kappingin koyrir innandura og hevur altíð havt stóra undirtøku úr Eysturoynni og Streymoynni – ið er gleðiligt – umframt í Norðoyggjum. Harafturat hevur kappingin eisini verið vælumtókt millum útisetar, ið eru heima hesa tíðina. Kappingin liggur nakrar dagar eftir jólahøgtíðina harímillum 2. jólakvøld. Tískil liggur kappingin eitt tíðspunkt, har smittuvandin møguliga er eyka stórur. Tað skal heldur ikki avskrivast, at myndugleikarnir fara at banna innanduratiltøkum av hesum slag millum jól og nýggjár.

Havandi í huga alt hetta, so hava fyrireikararnir tikið avgerð um at avlýsa Bylgju Cup 2020. Vónandi broytist støðan so mikið nógv komandi mánaðirnar, at vit aftur kunnu síggjast til Bylgju Cup 2021.