Grundstykkjaprísurin til eina raðhúsabygging í Klaksvík kann koma niður á kr. 76.000,- oman fyri vegin millum Hjalla, har býráðið nú hevur samtykt at bjóða út eitt lendi, ið kann geva pláss til 15 raðhús.
Grundstykkjaprísurin til eina raðhúsabygging í Klaksvík kann koma niður á kr. 76.000,- oman fyri vegin millum Hjalla, har býráðið nú hevur samtykt at bjóða út eitt lendi, ið kann geva pláss til 15 raðhús.
Á býráðsfundinum 21. februar 2013 samtykti býráðið, eftir tilmæli frá Teknisku Nevnd og Fíggjarnevndini, at bjóða út eitt lendi oman fyri vegin millum Hjalla á almennum útboði, har fermetratalið loyvir 15 samanbygdum húsum, men har tann bjóðandi hevur frælsi til at innrætta og gagnnýta økið eftir egnum ynski innanfyri byggisamtyktarligu karmarnar.
Av býráðssamtyktini framgongur eisini, at tað samanlagt eru 47 grundøkir í útstykkingini millum Hjalla, harav 25 liggja omanfyri og 22 niðan fyri vegin.
6 av stykkjunum eru seld, harav 3 eru ábygd. Øll tey seldu stykkini eru niðanfyri vegin. Leingjan upp á 25 grundøkir omanfyri vegin er sostatt framvegis øll á kommunalum hondum, og hetta gevur sjálvandi býráðnum rættiliga fríar hendur at arbeiða við øðrum bústaðabyggingum har.
Tørvur er á nýggjum bústaðamøguleikum
– Eingin ivi er um, at tørvur er á nýggjum møguleikum til fólk at seta búgv í okkara samfelag, tí fólk hava so ógvuliga ymiskar umstøður, og ynskini hjá fólki eru líka so ymisk, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd, sum hevur mælt til hesa almennu útbjóðing til raðhúsabygging.
– Tí fegnist eg um, at tað eru stigtakarar til bústaðabygging í okkara samfelag, sum vilja royna at gera nakað við støðuna, og tá hevur kommunan eina skyldu at gera sítt besta at skapa karmar, ið leggja upp til ymiska bústaðabygging.
– Vónandi verður hetta startskotið til eina raðhúsabygging, sum fer at geva fólki møguleika fyri einum góðum og samstundis ikki so kostnaðarmiklum bústaði, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Bíligari kostnaður við smærri grundstykkjum
Í tilmælinum, sum býráðið hevur samtykt, heldur kommunan fast við sama fermetraprís fyri grundstykkini til raðhúsabyggingina, sum higartil er brúktur til vanliga sethúsabygging, nevniliga kr. 380,- pr. fermetur.
Men við at loyva smærri grundstykkjum enn tað vanliga til sethús, sum er umleið 500 fermetrar, letur býráðið upp fyri sparingum hjá teimum, sum vilja seta búgv.
– Byggisamtyktin, sum býráðið fyrr hevur samtykt, ásetur, at minsta vídd av grundøkjum til samanbygd hús er 200 fermetrar, og hetta ger grundstykkjaprísin sjálvandi munandi lægri, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd.
– Málið fer nú aftur í umsitingina við boðum um at fyrireika almennu útbjóðingina av hesum lendi til raðhúsabygging millum Hjalla, og vónandi fara vit skjótt at síggja ítøkilig úrslit av hesari áhugaverdu verkætlan.




