Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðið forkunnuga vitjan

John William Joensen

Frank Beckmann og Alexandra Bach, frá týsku stórfyritøkuni Nordsee, fingu hósmorgunin eina frágreiðing um Klaksvík – vinnu- og mentanarlívið her.

Frank er leiðandi innkeypari og Alexandra innkeypari hjá Nordsee, har um 150 fólk starvast á høvuðsskrivstovui.

Fyritøkan, sum er meira enn 100 ára gomul, er størsta fiskivinnufyritøka í Týskalandi, eigur 360 fiskarestauratiónir í landinum umframt 100 matstovur í øðrum evropeiskum londum. Nú eru tey í ferð við at opna matstovu í Dubai. Nordsee hevur 5.000 fólk í arbeiði.

Tey hyggja seg um í Føroyum, vitandi at fiskagóðskan her er á høgum støði og ynskja møguliga at fáa samvinnu í lag við okkurt føroyskt fiskavirki.

Tað er Mercant v/Jógvan við Keldu, sum eisini hevur tætt samstarv við Danmarks Eksportråd, ið hevur fingið ferðina í lag.