Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðið fyrireikar nýggja miðbýin: Útfyllingin fyri handilsmiðstøðini og miðbýnum komin væl áleiðis

John William Joensen

Útfyllingin við gróti úr Norðoyatunnlinum, sum í løtuni verður gjørd í miðbýnum, er størri enn tað endaliga miðbýar-økið verður, tí pláss skal verða til eitt byggiarbeiðspláss við síðuna av ætlaðu handils-miðstøðini. Hetta grótið verður seinni tikið uppaftur til nýtslu aðrastaðni.

Útfyllingararbeiðið hjá býráðnum við gróttilfari úr Norðoyatunnlinum sæst nú rættiliga aftur í miðbýarmyndini, har nýggi miðbýurin við eitt nú handilsmiðstøð skal liggja. Her á Norðlýsinum hava vit merkt, at tað eru fleiri borgarar, sum við áhuga fylgja við í byggibúningar- og útfyllingararbeiðnum hjá kommununi, bæði á Borðoyavík og á vágni, og serstakliga í miðbýnum, har til ber at fylgja við arbeiðnum umvegis eitt vev-kamera hjá Føroya Tele, ið vísir eina dagførda mynd av miðbýnum og út eftir vágni.

Mest fyllast út í Ánum.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri upplýsir, at størstu mongdirnar av gróti úr Norðoyatunnlinum fara til útfyllingararbeiðið fyri ídnaðarhavnini í Ánum, har 200 túsund rúmmetrar av gróti skulu leggjast út.
Meginparturin av grótinum til hesa ætlanina verður sigldur við báti, sum førir tilfar úr Norðoyatunnlinum av Leirvík yvir í Ánir, og sum síðani fær stórt dekk-grót frá Grótbrotinum á Strond, ið verða sigldar til Leirvíkar, har tað verður brúkt sum verjugrót uttan um útfyllingarnar, ið Leirvíkar Kommuna ger har yviri.
Hetta er sambært avtalu millum Leirvíkar og Klaksvíkar kommunur.
Ein fyrimunur av at sigla tilfarið er, at lastbilakoyringin ígjøgnum bygd øki, sum kann vera til vanda og ampa fyri íbúgvar og eisini slítur vegirnar nógv, verður avmarkað so nógv, sum tað nú einaferð kann lata seg gera.

Miðbýarøkið 20.000 fermtr.
Næst størsta einstaka útfyllingin er í miðbýnum, har umleið 100 túsund rúmmetrar av gróti skulu leggjast út, og sum fólk hava lagt til merkis, er hetta arbeiðið komið væl áleiðis.
Borgarstjórin upplýsir, at hendan útfyllingin verður gjørd sambært dagførdu miðbýarætlanini, sum býráðið hevur samtykt.
Fyri at skapa pláss til eitt byggiarbeiðspláss við síðuna av ætlaðu handilsmiðstøðini verður í fyrsta umfari fylt meira út, enn ætlanin leggur upp til. Tí verður eitt arbeiðsøki gjørt millum Føroya Bjór og økið, har handilsmiðstøðin skal standa, sum tað sæst á tekningini her á síðuni.
Tá handilsmiðstøðin er bygd, skal hetta arbeiðsøkið burturbeinast og tilfarið nýtast á øðrum stað.
Samlaða støddin á økinum í miðbýnum verður 20 túsund fermetrar.