Kristian Eli Zachariasen, formaður í Uhvørvisnevndini hjá Klaksvíkar Býráð sigur, at samtykt er í býráðnum at væla um gamlar gøtur og at gera nýggjar, og í hesum høpi kemur Skúvadalshúsið inn sum nátúrligur partur.

Tað var Skótalið Nólsoyar Pálls, sum á sinni fekk Skúvadalshúsið at brúka til skótaarbeiðið. Men í nøkur ár hevur lítið virksemi verið í SNP og tí hevur ongin sum helst røkt verið av húsunum í Skúvadali.
Norðlýsið var við, tá serkøn fólk frá býráðnum, saman við Kristiani Eli Zachariasen fór í Skúvadal at kanna umstøðurnar kring húsini.
Sum sæst á myndunum, so var Heri Hammer við frá teknisku umsiting í býráðnum og afturat honum býargartnarin.
Sum sagt frammanundan, so hevur býráðið samtykt at fara undir at gera nýggjar gongugøtur og at væla um gamlar, og í hesum samanhangi verður eisini hugsað um gøtuna eystur í Skúvadal. Tó, tað, sum liggur í stoypiskoyðini her, er alt rokna at fara fram í komandi ári og frameftir. Tosað hevur verið um at lagt gøtuna í Skúvadal og harvið eystur á fjøllini í eina langtíðarætlan hjá býráðnum, har eitt nú verður hugsað um ung í arbeiði undir tekniskari leiðslu frá teknisku deildini í býráðnum