Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðið hevur samtykt at stroyma býráðsfundirnar

John William Joensen

Hóskvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð, at framyvir skulu býráðsfundirnir stroymast á Internetinum. Allirbýráðslimirnir atkvøddu fyri uppskotinum, ið býráðslimurin Kristian Eli Zachariasen legði fram.

Hóskvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð, at framyvir skulu býráðsfundirnir stroymast á Internetinum. Allirbýráðslimirnir atkvøddu fyri uppskotinum, ið býráðslimurin Kristian Eli Zachariasen legði fram.

Við hesum tiltaki tryggjar kommunan størri nær-demokrati. Hjá teimun, sum tað ikki liggur fyri at koma á býráðsfundir, eitt nú íbúgvum í Svínoy ella á Kallsoynni, ber til at tendra sær telduna og framyvir fylgja við býráðsfundinum á Internetinum.

Í næstum verður so útgerð sett upp í Býráðssalinum, og væntandi kemur tað tekniska upp á pláss áðrenn summarfrítíðina.