Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Býráðið í Skúvadali

Jóhann Lützen

Seinasti býráðsfundurin undan summarfrítiðini varð ígjárkvøldi og eftir tann fundin hevði Jógvan Skorheim bjóða býráðnum ein túr út í Húsið í Skúvadali

Býráðslimirnir fóru við tyrluni og fingu ein minniligan túr í góðveðrinum. Árni Skaale og Símun Michael Sørensen vóru eisini við, teir hava verið tveir av eldsálunum at fingið húsið sett í stand.

Jógvan Skorheim skrivar soleiðis á sínum facebook vanga:

Stóra takk fyri at vit – býráðið – kundi sleppa at vitja húsið í Skúvadali. Heilt einastandandi vakurt og væl gjørt! Tað er gull vert at eiga eldsálir sum tykkum, ið vísa hugin til slíkt verk sum hetta