Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Býráðið játtað 3 mió til Varpið

klaksvik.fo

Á býráðsfundi í gjár valdi Klaksvíkar býrað at fylgja tilmælinum hjá mentanarnevndini, um at játta 3 mió. kr. í stuðli til Vaprið. Grunnurin Mentanarhúsið hevði annars søkt um stuðul á 5. mió. kr..

 

Í skrivinum til býráðið stóð, at grunnurin hevði vónað at fingið fígging frá løgtinginum, men sum kunnugt fyriliggur ongin fígging á fíggjarlógini í 2024. Tí hevur býráðið nú játtað eina eykajáttan, soleiðis at verkætlanin kann førast á mál.

Eftir ætlan skal bygningurin yvirtakast 31.01.2024.