Kommunan hevur gjørt avtalu við Íverksetarahúsið um eina langtíðar umvælingarætlan av bygningi teirra, og nú er ætlan býráðsins at játta kr. 800.000,- í 2013 til at byrja fremjing av nevndu umvælingarætlan.
Kommunan hevur gjørt avtalu við Íverksetarahúsið um eina langtíðar umvælingarætlan av bygningi teirra, og nú er ætlan býráðsins at játta kr. 800.000,- í 2013 til at byrja fremjing av nevndu umvælingarætlan.
Søguligi vinnubygningurin við Garðavegin í Klaksvík, sum er fyrrverandi høvuðssætið hjá navnfromu vinnufyritøkuni J. F. Kjølbro, má sigast at vera ein ógvuliga væl hóskandi sæti hjá Íverksetarahúsinum.
Tað var í januar mánað 2011, at Klaksvíkar Kommuna formliga handaði Íverksetarahúsinum henda bygning, og í juni mánað sama ár varð ein umvælingarætlan fyri bygningin samtykt av avvarðandi nevndum og býráði.
Kommunan er framvegis eigari av bygninginum, men hevur latið Íverksetarahúsinum hann at brúka burturav.
Umvælingarkostnaður millum 2,0 og 3,4 mkr.
Sum eigari av bygninginum hevur kommunan – í samráð við Íverksetarahúsið – gjørt nevndu umvælingarætlan, sum samanlagt er mett at kosta góðar 2 mió. kr. uttan innrætting av kjallarahædd o.ø., og góðar 3,4 mió. kr., tá ið kjallarahæddin eisini verður umvæld.
Sostatt er Klaksvíkar Kommuna ein av dyggu stuðlunum hjá Íverksetarahúsinum saman við Vinnumálaráðnum og nøkrum av leiðandi vinnufyritøkunum her á landi, sum eisini játta húsinum ein árligan rakstrarstuðul.
Í fíggjarætlan býráðsins fyri 2012 varð peningur settur av, sum varð ætlaður at brúka til at byrja hesa umvæling, men av ymsum orsøkum varð hetta útsett til 2013, og ístaðin blivu brúktar kr. 200.000,- av játtanini í 2012 til ein tiltrongda dagføring av miðhæddini umframt partvíst ískoyt til stóru oljunýtsluna, ið húsið hevur.
Breið undirtøka fyri at byrja arbeiðið í 2013
Í februar mánað 2013 varð málið enn einaferð lagt fyri í Teknisku Nevnd, Mentanarnevndina og Fíggjarnevndina, sum allar mæla til at halda fast við lagda umvælingarleistin, og at kr. 800.000,- verða brúktar av íløgukontuni til fastognir til fyrsta partin av verkætlanini.
Í almennu skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið 21. februar 2013 framgongur, at bert 1 mió. kr. er sett av til kontuna Fastognir, íløga, og hevur málið tí við sær, at sera avmarkað verður við peningi til onnur neyðug arbeiðir, sum kommunan komandi tíðina má fremja.
Hóast hetta kann helst roknast við, at býráðið fremur henda fyrsta part av ætlaðu umvælingunum, av tí at full undirtøka er fyri málinum í øllum trimum nevndum, sum hava havt málið fyri nú í februar mánað 2013.




